ES-nevndarforkvinnan Ursula von der Leyen vil lata dyrnar upp fyri einum nógv tættari samstarvi millum ES og Kanada.
Boðskapurin kemur í árligu State of the Union-røðu hennara í ES-tinginum í Strasbourg í dag. Sambært Reuters er hugsanin at fáa Kanada so tætt at ES sum gjørligt, hóast vanligt limaskap í ES ikki er upp á tal.
Seinastu dagarnar hevur verið tosað um møguleikan fyri, at Kanada kann fáa støðu sum eitt slag av assosieraðum limi. Ein slík limastøða finst ikki í ES í dag og hevði tí kravt eina nýggja skipan.
Kanadiski forsætisráðharrin Mark Carney hevur sjálvur gjørt greitt, at Kanada ikki søkir um vanligan ES-limaskap. Hann sigur heldur, at Kanada vil samráðast um eitt serligt búskaparligt og trygdarpolitiskt samgongulag við ES.
Vil gerast minni bundið at USA
Bakgrundin er millum annað tollstríðið millum Kanada og USA.
Umleið 70 prosent av kanadiska útflutninginum fer í dag til USA. Carney-stjórnin hevur sett sær fyri at tvífalda kanadiska handilin við lond uttan fyri USA næstu 10 árini, og Evropa hevur ein týðandi leiklut í teirri ætlanini.
Eitt møguligt nýtt samstarv kann millum annað fevna um handil, íløgur, verju, orku, kritisk ráevni og talgilda tøkni. Eisini hevur verið umrøtt at gera tað lættari hjá kanadiumonnum at búgva, arbeiða og lesa í ES-londum.
Kanada og ES eru longu komin nærri hvørjum øðrum. Kanada er millum annað fyrsta landið uttan fyri Evropa, sum er komið upp í SAFE-samstarvið hjá ES um verjuíløgur.
Carney í Strasbourg
Mark Carney er sjálvur í Strasbourg í sambandi við røðuna hjá Ursulu von der Leyen. Hann er fyrsti útlendski stjórnarleiðarin, sum er serligur gestur til eina State of the Union-røðu hjá ES-nevndarforsetanum. Hósdagin skal Carney sjálvur halda røðu í ES-tinginum.
Tað er tó langt frá greitt, hvussu eitt møguligt nýtt tilknýti skal síggja út. ES-diplomatar hava víst á, at vanligur ES-limaskapur hjá Kanada ikki er møguligur, og ES-nevndin hevur higartil ikki viljað greitt frá, hvør juridisk skipan kann brúkast til eitt nýtt slag av tilknýti.
Næsti toppfundurin millum Kanada og ES verður 29. og 30. oktober, og tá kann meira ítøkiligt koma á borðið.
/Ritzau/Reuters/