Millum fjarða vórðu tveir bilførarar steðgaðir, tí teir tosaðu í fartelefon, meðan teir koyrdu. Tað kostar bæði bót og klipp í koyrikortið.
Ferðslupatruljan tók eisini tveir bilførarar fyri at koyra ov skjótt millum fjarða.
Annar teirra koyrdi 110 kilometrar um tíman. Tað var so mikið oman fyri loyvdu ferðina, at bilførarin umframt bót eisini fær klipp í koyrikortið.
Løgreglan helt eisini eftirlit í Havn. Har vórðu tríggir aðrir bilførarar tiknir fyri at tosa í handhildnari fartelefon undir koyring.
Sostatt vórðu tilsamans fimm bilførarar tiknir fyri fartelefonnýtslu og tveir fyri ov nógva ferð í kanningunum hjá ferðslupatruljuni í gjár.