Tað kann taka fimm ár at byggja amerikonsku lóður- og rakettugoymslurnar uppaftur.
Tað upplýsir óhefta fíggjarstovan hjá amerikonsku Kongressini, Congressional Budget Office, CBO.
Kríggið hevur nú vart í seks mánaðir, og rokningin væntast at vaksa við trimum milliardum dollarum um mánaðin.
Størsti parturin av útreiðslunum stavar frá stóru nýtsluni av lóður og rakettum. Sambært CBO kann tað taka USA fimm ár at fáa goymslurnar aftur á sama støði sum undan krígnum.
Hetta hevur eisini elvt til stúran um, hvussu væl USA er ført fyri at reagera, skuldi ein onnr hernaðarlig konflikt tikið seg upp samstundis.
Kríggið hevur harumframt trýst orkuprísirnar uppeftir, og CBO væntar, at tað fer at økja inflatiónina í USA við 0,5 prosentstigum teir fyrstu tríggjar mánaðirnar í 2027.
18 amerikanskir hermenn deyðir
Kanningin varð gjørd eftir áheitan frá Brendan Boyle, sum er leiðandi demokratiski limurin í fíggjarnevndini hjá Umboðsmannatinginum.
Hann finst hvassliga at avgerðini hjá Donald Trump forseta um kríggið og vísir bæði á mannfallið og vaksandi rokningina hjá amerikonsku skattgjaldarunum.
Higartil eru 18 amerikanskir hermenn deyðir í krígnum móti Iran.
Tølini hjá CBO fevna ikki um útreiðslurnar av nýggjastu álopunum á handilsskip í Hormuzsundinum ella álopini á amerikanskar herstøðir í økinum. Heldur ikki rentuútreiðslurnar av lánum til at fíggja kríggið eru taldar við.
Tí kann endaliga rokningin gerast munandi størri.
Til samanberingar kostaði átta ára langa kríggið hjá USA í Irak tvær billiónir dollarar, meðan 20 ára langa kríggið í Afghanistan kostaði 2,3 billiónir dollarar.
Krígsútreiðslurnar koma samstundis, sum amerikanska statsskuldin er farin upp um 40 billiónir dollarar – svarandi til góðar 259.000 milliardir danskar krónur.
/Ritzau/Reuters/