info
Ongi úrslit

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

Tað lá væl fyri hjá føroyingaliðunum ígjár

Heri Á. Simonsen
1. november 2026 kl. 06:15

Tað lá væl fyri hjá føroyingaliðunum í næstbestu donsku hondbóltsdeildini hjá kvinnum ígjár.

Silja G. Eystberg, Vár og Lív Zachariasen og liðfelagarnir í Ajax vunnu í Sydbank Arena í Odense stórsigur 38-27 á DHG. Í steðginum var Ajax á odda heili 25-12.

Silja var við sjey málum toppskjútti hjá Ajax. Vár og Lív skutu tvey mál hvør.

Ajax er næstfremst í deildini við 12 stigum. Roskilde er fremst við 14 stigum.

Rannvá Olsen og liðfelagarnir í Ejstrup/Hærvejen vunnu fjórða dystin á rað.

Ígjár vann Ejstrup/Hærvejen á heimavøllin í Nr. Snede høllini 36-25 á Rødovre. Í steðginum var heimaliðið á odda 17-13. Rannvá skoraði tvey mál.

Ejstrup/Hærvejen er nummar sjey við átta stigum.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

5 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

6 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

6 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

7 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

7 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

7 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

8 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

8 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

9 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

9 tímar síðan
Hondbóltur

Liðini hjá Eliasi og Vilhelmi vunnu

9 tímar síðan
Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

10 tímar síðan