Ein barnalækni í Týsklandi er í dag ákærdur fyri at hava framt kynsligan ágang ímóti fleiri enn 70 børnum.
46 ára gamli læknin er ákærdur fyri fleiri enn 130 lógarbrot móti børnum á einari læknastovu í eystara parti av Týsklandi.
Sambært ákæruritinum eru lógarbrotini framd í árunum millum 2013 og 2025, veit tíðindastovan AFP at siga.
Læknin varð handtikin fyri einum ári síðan, eftir at ein mamma hevði meldað hann til myndugleikarnar.
Síðan tá hevur hann sitið varðhaldsfongslaður.
Undir einari húsarannsókn og gjøgnumgongd av ognarlutum hjá læknanum, eitt nú teldu og fartelefon, fann løgreglan fleiri nýggj lógarbrot.
Rættarmálið móti týska barnalæknanum er í Potsdam, sum liggur í ein útsynning úr Berlin, og væntandi fer rættarmálið at vara til einaferð í desember.