info
Ongi úrslit

Elbilarnir meira enn tví­fald­að­ir síð­an árs­byrjan 2024

Fyri sløkum trimum árum vóru 1.642 elriknir persónbilar í Føroyum. Nú eru teir 3.474.

Eirikur Lindenskov
2. november 2026 kl. 16:31

Elbilarnir fylla alsamt meira í føroyska persónbilaflotanum.

Sambært uppgerðum hjá Akstovuni vóru 1.642 elriknir persónbilar skrásettir 1. januar 2024. Við støðuni 1. november í ár er talið komið upp á 3.474.

Tað eru 1.832 fleiri og meira enn ein tvífalding.

Í sama tíðarskeiði er parturin av persónbilaflotanum, sum er elrik­in, farin úr 5,9 prosentum upp í 12,2 prosent.

Hyggja vit longur aftur, er munurin enn størri. Við ársbyrjan 2022 vóru 603 elriknir persónbilar skrásettir. Nú eru teir nærum seks ferðir so nógvir.

Samlaði persónbilaflotin er vaksin munandi minni í sama tíðarskeiði. Hann er farin úr 27.451 bilum við ársbyrjan 2022 upp í 28.586 nú.

Talan er sostatt bæði um fleiri bilar og eina broytta samanseting av bilaflotanum.

Vanligir bensin- og dieselbilar eru kortini framvegis í greiðum meiriluta. Samanlagt eru teir 21.956 í tali, svarandi til 76,8 prosent av øllum skrásettum persónbilum. Hybridbilar verða taldir í serligum bólkum.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

Í gjár kl. 07:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Leivur og Poul Andrias hava keypt Kaffihúsið

Í gjár kl. 07:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Marius Borg Høiby verður leyslatin úr varðhaldi

15 minuttir síðan
Fótbóltur

Fýra stig til EB/Streym og fýra stig til Skála ÍF

25 minuttir síðan
Tíðindi

Ákærdur fyri kynsligan ágang móti 70 børnum í Týsklandi

1 tími síðan
Fótbóltur

NSÍ fekk fullan pott móti B68

2 tímar síðan
Tíðindi

Hans Egede kirkja: Fyrilestur við Jákup Reinert Hansen um Gudmund Bruun

2 tímar síðan
Fótbóltur

Tað verður ókeypis atgongd á Tórsvølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Partabræva­markn­að­ur­in held­ur ond­ini und­an amerik­anska vali­num

2 tímar síðan
Tíðindi

Fýra funnin deyð eftir vanlukku á norskum boripalli

3 tímar síðan
Tíðindi

Flogvanlukka nærindis amerikansku Palm Beach

3 tímar síðan
Tíðindi

»Running sushi« við kant­in á før­oyska land­grunni­num?

3 tímar síðan
Tíðindi

Sernámsdeildin skipar telefonráðgeving til dagstovnaøkið

4 tímar síðan
Tíðindi

Bakkafrost økti rakstrarúrslitið við 106 milliónum

4 tímar síðan