info
Ongi úrslit

Alt opið undan svenska valinum í morgin

Andstøðan hevur framvegis munin í flestu veljarakanningum undan svenska ríkisdagsvalinum í morgin. Men munurin er so lítil, at hvørki Magdalena Andersson ella Ulf Kristersson kann kenna seg tryggan.

Eirikur Lindenskov
54 minuttir síðan

Sviar fara á val í morgin, og seinastu veljarakanningarnar benda á eitt sera javnt val.

Í nýggjastu kanningini frá Novus, sum varð almannakunngjørd í gjár, fáa flokkarnir, sum standa ímóti núverandi stjórnarsamstarvinum, tilsamans 50,8 prosent av atkvøðunum, meðan teir fýra Tidö-flokkarnir fáa 47,8 prosent.

Munurin er sostatt bara trý prosentstig og er innan fyri statistiska óvissumarkið.

Javnaðarflokkurin hjá Magdalenu Andersson eru greitt størsti flokkur við 28,6 prosentum. Sverigedemokraterna fáa 19,5 prosent og Moderaterna hjá Ulf Kristersson 18,1 prosent.

Ein av stóru spurningunum seinastu vikurnar hevur verið, um Liberalerna yvirhøvur fóru at klára 4-prosentmarkið fyri at sleppa í Ríkisdagin. Í seinastu Novus-kanningini fáa tey 4,7 prosent og eru sostatt røttu megin markið.

Kanningin sær soleiðis út:

Novus spurdi 5.928 svenskar veljarar í døgunum 7.–10. september.

Stríðið stendur um stjórnina

Valstríðið hevur í stóran mun snúð seg um, hvør skal stjórna Svøríki eftir valið.

Ulf Kristersson hevur verið forsætisráðharri síðani 2022 við eini stjórn, sum verður stuðlað av Sverigedemokraterna. Hesaferð hevur hann latið upp fyri, at Sverigedemokraterna eisini kunnu fáa ráðharrasessir, um høgrasíðan vinnur valið.

Magdalena Andersson roynir hinvegin at vinna stjórnarvaldið aftur. Men hóast S, V, MP og C saman hava munin í fleiri kanningum, er ikki greitt, hvussu eitt stjórnarsamstarv millum hesar flokkar skuldi sæð út. Serliga Centerpartiet og Vänsterpartiet standa langt frá hvørjum øðrum í fleiri málum.

Í seinasta stóra sjónvarpskjakinum hjá SVT fríggjakvøldið vóru búskapur, skúli, veðurlag, kriminalitetur, integratión og heilsuverkið millum høvuðsevnini.

Men tá veljararnir fara í valhølini í morgin, kann sjálvur stjórnarspurningurin vísa seg at vera avgerandi.

Novus minnir eisini á, hvussu ótrygg støðan er: Við seinasta val avgjørdu heili 19 prosent av veljarunum seg ikki fyrr enn sjálvt valvikuskiftið.

Tí kann nógv enn broytast, áðrenn svenska valið er avgjørt sunnukvøldið.

Mest lisið hesa vikuna

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

21 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Tvey samdøgur á kjølinum

10 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina

1 minuttur síðan
Uttanlands

Minst 35 deyð eftir ferjueld á Filipsoyggjum

1 tími síðan
Tíðindi

Nanortalik valdi at fara úr stórkommununi

1 tími síðan
Tíðindi

Gekk seg fastan oman fyri Tjørnuvík

2 tímar síðan
Uttanlands

Saudiarabia steingir oljuleiðing eftir dronuálop

3 tímar síðan
Ítróttur

Andrias og liðfelagarnir taptu á útivølli

3 tímar síðan
Tíðindi

Kolaðist upp eftir ongari løtu

4 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sparkivøllur við Tvøroyrar skúla

4 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria skoraði og legði upp til 12 mál

5 tímar síðan
Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum

10 tímar síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

11 tímar síðan
Ítróttur

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

11 tímar síðan