info
Ongi úrslit

Nanortalik valdi at fara úr stórkommununi

Ein greiður meiriluti í Nanortalik í Grønlandi og bygdunum kring hevur valt, at økið skal fara úr Kommune Kujalleq og aftur gerast sjálvstøðug kommuna.

Nanortalik í Suðurgrønlandi. Ein greiður meiriluti í býnum og bygdunum kring hevur atkvøtt fyri at fara úr Kommune Kujalleq og aftur gerast sjálvstøðug kommuna. Foto: Visit Greenland / Peter Lindstrom.
Eirikur Lindenskov
37 minuttir síðan

Tað vísir úrslitið av eini vegleiðandi fólkaatkvøðu, sum varð hildin í gjár.

Atkvøðugreiðslan fevndi um Nanortalik og bygdirnar Narsarmijit, Aappilattoq, Tasiusaq, Ammassivik og Alluitsup Paa.

Sambært grønlendska kringvarpinum KNR atkvøddu 680 fólk, og valluttøkan var 62,2 prosent. Ein greiður meiriluti tók undir við, at økið verður skilt frá Kommune Kujalleq.

Úrslitið merkir tó ikki, at nýggj kommuna verður stovnað beinanvegin. Talan var um eina vegleiðandi fólkaatkvøðu, og endaliga avgerðin um kommunubýtið skal takast politiskt á landsstigi.

Nanortalik var sjálvstøðug kommuna fram til kommunuumskipanina í Grønlandi í 2009. Tá vórðu 18 kommunur lagdar saman í fýra stórkommunur. Nanortalik varð tá partur av Kommune Kujalleq saman við Qaqortoq og Narsaq.

Kommune Kujalleq fevnir um Suðurgrønland og hevur í fleiri ár verið merkt av kjaki um stórar frástøður, tænastustøði og um tað er ov langt millum borgaran og kommunalu fyrisitingina.

Við fólkaatkvøðuni hava borgararnir í Nanortalik-økinum nú givið eitt greitt signal um, at teir heldur vilja hava eina minni og meira lokala kommunu.

Málið skal nú víðari til grønlendsku politisku skipanina, sum skal taka støðu til, um kommunumarkini skulu broytast.

Mest lisið hesa vikuna

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

20 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Tvey samdøgur á kjølinum

9 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

23 tímar síðan

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Uttanlands

Minst 35 deyð eftir ferjueld á Filipsoyggjum

10 minuttir síðan
Tíðindi

Gekk seg fastan oman fyri Tjørnuvík

1 tími síðan
Uttanlands

Saudiarabia steingir oljuleiðing eftir dronuálop

2 tímar síðan
Ítróttur

Andrias og liðfelagarnir taptu á útivølli

2 tímar síðan
Tíðindi

Kolaðist upp eftir ongari løtu

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sparkivøllur við Tvøroyrar skúla

3 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria skoraði og legði upp til 12 mál

4 tímar síðan
Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum

9 tímar síðan
Tíðindi

Putin ávarar um evropeiskar herdeildir í Ukraina

10 tímar síðan
Ítróttur

87 mál vóru skotin í føroyingauppgerðini millum Val og Fram

10 tímar síðan
Fótbóltur

Tvey føroyingalið leiktu javnt 0-0 í næstbestu donsku fótbóltsdeildini

11 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik atkvøður um at gerast sjálvstøðug kommuna aftur

11 tímar síðan