Tað kom ivaleyst illa við og klæddi sjálvsfatanini í felagnum ikki væl, tá ið tað fyri einum ári síðani varð greitt, at næstbesta liðið hjá KÍ endaði næstaftast í 1. deild og harvið flutti niður í 2. deild.
Nú er tað greitt, at KÍ hevur vunnið 2. deild í ár, og at tað harvið í 2027 aftur verður leygardagsfótbóltur í næstbestu deildini.
Í fjør vóru tað KÍ og 07 Vestur, sum fluttu niður úr 1. deild. Í dag hittust hesi bæði liðini í Sørvági, og KÍ vann 6-0.