Eitt Widerøe-flogfar úr Tróndheimi í Noregi skuldi lenda í Mo í Rana í kvøld, men flogfarið noyddist ístaðin at lenda í Bodø.
Orsøkin var, at flogfarið í fyrstani ikki fekk næsahjólið niður, siga Avinor og Widerøe við norska kringvarpið, NRK.
- Tað er rætt, at tað er eitt Widerøe-flogfar, sum er á veg til Bodø at lenda. Øll tilbúgvingin stendur klár at taka ímóti flogfarinum.
Tíðindavaktin hjá Avinor, Ylva Celius Trulsen, segði við NRK fyrr í kvøld, at hetta er vanlig mannagongd, tá flogfar hevur tekniskar trupulleikar.
- Tá verður øll tilbúgvingin sett í gongd, leggur tíðindavaktin aftrat.
Klokkan 19.15, lokala tíð í kvøld, lendi Widerøe-flogfarið trygt í Bodø.
Tíðindatalskvinnan hjá Norwegian, Catharina Solli, sigur, at alternativar mannagongdir verða brúktar fyri at fáa næsahjólið niður.