info
Ongi úrslit

Argjamenn hóma møguleikan

1. DEILD: Sigurin í Klaksvík ber við sær, at tað nú bara eru trý stig frá AB og fram til bronsuplássið

Jóannes Hansen
31. august 2024 kl. 22:46

Dreymurin hjá AB hevur síðani niðurflytingina fyri einum lítlum ári síðani verið, at tað longu í ár fór at eydnast aftur at vinna pláss í bestu deildini.

Higartil hevur tað ikki sæð nakað serligt út fyri, at dreymurin fór at verða veruleiki, men nú er møguleikin fyri uppflyting ikki so langt burtur.

Í kvøld vóru argjamenn í Klaksvík, og teir høvdu 2-1 sigur við sær suður aftur í høvuðsstaðin. Onnur úrslit lagaðu seg soleiðis, at tað nú bara eru trý stig frá AB og fram til triðja plássið, sum B36 í løtuni er á.

Í kvøld legði KÍ seg á odda beinanvegin. Málskjútti var Heðin Klakstein eftir innlegg frá Heina Dai Jørgensen. Hetta var annað málið hjá Heðini í ár.

Miðskeiðis í fyrra hálvleiki javnaði AB til 1-1. Tað var Rógvi Skála, sum við høvdinum sendi bóltin í málið eftir hornaspark, sum Rasmus Dan Sørensen tók sær av. Hetta var aðru ferð í ár, at Rógvi Skála var málskjútti. Hann verður 24 ár hósdagin í næstu viku.

Sigursmálið skoraði AB, tá ið tað restaðu tíggju minuttir av fyrra hálvleiki. Tað var Marley Blair, sum av brotsteigarmarkinum sendi bóltin í netið.

KÍ er á áttanda plássi við 18 stigum. Tað er eitt stig aftur til FC Hoyvík, og tað eru sjey stig fram til NSÍ. Leygardagin 14. september  fær KÍ vitjan av FC Hoyvík, og sama dag fer AB at spæla á heimavølli ímóti TB.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Bartal Páll er besti málskjútti í Gundadali

16 minuttir síðan
Tíðindi

Temu missir undirtøku millum danskar nethandlarar

23 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Geza skoraði og legði upp til mál

38 minuttir síðan
Tíðindi

Havstein Klein talar við minningarhaldið á Sandi

49 minuttir síðan
Hondbóltur

Burn: H71, Neistin, Kyndil og VÍF vunnu

1 tími síðan
Tíðindi

Leirvíkstunnilin stongdur: Tríggir bilar í óhappi

1 tími síðan
Fótbóltur

Nú er tað slætt borð hjá Fróða

1 tími síðan
Tíðindi

Sosialurin hevur nú sítt egna »Tíðarrit«

2 tímar síðan
Fótbóltur

Skála verður framvegis í fremstu røð

3 tímar síðan
Fótbóltur

Myndir: NSÍ er nú FM-vinnari 2026

3 tímar síðan
Fótbóltur

Týsdagin fæst at vita hvussu tað verður við venjaranum

3 tímar síðan
Fótbóltur

Vágamenn eru fluttir niður

4 tímar síðan