Andrias Edmundsson og liðfelagarnir í Hellas Verona ferðaðust til sunnara partin av Italia fyri at spæla dyst í Castellammare di Stabia móti lokala liðnum, Juve Stabia í Seriu B.
Hellas Verona tryggjaði sær sigurin í 87. minutti. Stóra hetjan gjørdist Abdou Harroui, ið var sigursmálskjútti í kvøld.
Hellas Verona er nummar nummar níggju í deildini við 12 stigum fyri níggju dystir. Verona hevur vunnið tríggjar dystir, hevur tapt tríggjar dystir, og hevur leikt javnt á trimum sinnum.
Hellas Verona er tó sjey stig frá øðrum plássinum, ið gevur beinleiðis uppflyting til Seriu A aftaná lokna kapping. Liðini á endastøðunum millum nummar trý og átta spæla Play Off dystir um uppflyting.
Fyri leikliga avrikið fær Andrias frá Flashscore karakterin: 7,1, og frá Sofascore fær hann 6,9 (av 10 møguligum).
Longu sunnudagin klokkan 16.15 hevur Hellas Verona dyst á Stadio Marc'Antonio Bentegodi. Tá kemur Carrarese á vitjan.