Tá 81 minuttir vóru leiktir av Liga Cup hálvfinaluni millum Hearts og arvafíggindarnar, Hibernian á víðagitna Hampden Park leikvøllinum í Glasgow kom 17 ára gamli føroyski landsliðsleikarin, Aron Benjaminsen á vøllin fyri Hearts. Støðan var tá 2-1 til Hibernian, og tað gjørdist eisini úrslitið av dystinum.
Eitt keðiligt tap fyri grannunum, meðan vit í Føroyum kunnu fegnast um fyrsta kappingardystin hjá Aroni fyri besta liðið hjá Hearts, og hetta boðar frá, at meira er í væntu.
Cláudio Braga legði Hearts á odda longu í fjórða minutti av dystinum, men tvær ferðir undan steðginum svaraði Hibernian aftur.
Í Liga Cup finaluni møtir Hibernian Glasgow Rangers, ið vann 1-0 á Aberdeen í hinari hálvfinaluni.
Hósdagin klokkan 17.45 spælir Hearts dyst á útivølli móti sveisiska liðnum, Thun í deildarspælinum í Conference League.