Landsliðsmálverjin, Mattias H. Lamhauge helt málið reint, og hann og liðfelagarnir í Strømsgodset hildu fast í øðrum plássinum í næstbestu norsku fótbóltsdeildini við 3-0 heimasigri á Moss.
Tá bert 10 minuttir vóru leiktir høvdu Herman Stengel og Elias Hoff Melkersen lagt Strømsgodset á odda 2-0. Í tíðini dómarin hevði lagt aftrat staðfesti Marcus Mehnert sigurin.
Strømsgodset er næstfremst við 63 stigum fyri 29 dystir, meðan Haugesund er fremst við 65 stigum fyri 29 dystir. Tvey tey fremstu liðini flyta beinleiðis upp í bestu deildina, meðan liðini sum enda millum triðja og sætta plássið mugu spæla Play Off dystir um uppflyting til bestu deildina.
Kongsvinger er triðfremst við 59 stigum fyri 28 dystir, og Stabæk er fjórðfremst við 55 stigum.
Tað áhugaverda er, at í annaðkvøld klokkan 18 er dystur á Gjemselund leikvøllinum í Kongsvinger millum Kongsvinger og Stabæk. Vinnur Stabæk senda teir Strømsgodset upp í bestu deildina. Strømsgodset kann eisini "brúka" ein javnleik hjá Stabæk, tí málmunurin hjá Strømsgodset er átta mál betri enn tann hjá Kongsvinger.
Í seinasta umfarinum, ið verður leikt komandi sunnudag klokkan 12 hevur Strømsgodset dyst á útivølli móti júst Stabæk. Tá hevur Kongsvinger dyst á útivølli móti Bryne, ið stríðist fyri at enda millum seks tey ovastu liðini, og harvið fáa møguleikan at spæla um uppflyting.
Gullbrandur í Horni Øregaard, Olaf Bárðarson og Sandnes ULF sleppa undan beinleiðis niðurflyting. Liðið á næstaftasta plássinum, Åsane tapti á heimavølli 1-3 fyri oddaliðnum, Haugesund, og tað kom væl við hjá Sandnes, ið á útivølli leikti javnt 3-3 móti Odd.
Odd legði seg á odda í 12. minutti, men seks minuttir seinni javnaði Ole Sebastian Sundgot fyri Sandnes, og níggju minuttir seinni legði Kevin Nilsen Pereira Sandnes á odda 2-1. Stutt undan steðginum javnaði heimaliðið til 2-2. Ole Sebastian Sundgot legði Sandnes á odda við einum brotssparki í 58. minutti, men stutt undan dystarloki javnaði heimaliðið við einum brotssparki.
Gullbrandur spældi allan dystin, meðan Olaf var á vøllinum seinastu 20 minuttirnar.
Sandnes fjórðaftast í deildini við 30 stigum. Teir eru eitt stig frammanfyri Moss, ið er á triðaftasta plássinum, ið merkir Play Off dystir móti einum liði úr triðbestu deildini um rættin at spæla í næstbestu deildini komandi kappingarár.
Sandnes ULF endar á heimavølli komandi sunnudag klokkan 12 við dysti móti Åsane, ið vóru staðfestir niðurflytarar í dag.
Somu klokkutíð hevur Moss dyst á heimavølli móti Ranheim, ið stríðist fyri at koma upp í topp-6, og harvið sleppa at spæla Play Off dystir um uppflyting til bestu deildina.