Avstralski politikarin, Helen Haines, varð álopin nærindis síni egnu skrivstovu í dag.
Tað upplýsir forsætisráðharri landsins, Anthony Albanese.
Sambært avstralsku løgregluni varð hon ákoyrd av einum bili.
Løgreglan sigur, at óhefti politikarin fekk álvarsligar løstir, og støða hjá henni er ikki góð.
Eitt fólk er handtikið, sum løgreglan heldur er persónurin, ið framdi álopið.
- Allir okkara tankar eru hjá Helen Haines, familju hennara, vinum og stuðlum hennara í hesi truplu tíð, sigur forsætisráðharrin.
Hetta veit tíðindastovan, NTB, at siga í morgun.