info
Ongi úrslit

Marknaðarfólk seta sjóneykuna á vitlíki og marknaðarføring

Felagið Føroysk Marknaðarfólk, sum er áhugafelag fyri fólk, ið arbeiða innan marknaðarføring í Føroyum, skipar í næstu viku fyri tveimum limatiltøkum um vitlíki og marknaðarføring. Morten Saxnæs, ið er serfrøðingunum innan evnið, fer at leiða limatiltøkini á KG og Hotel Brandan.

Eirikur Lindenskov
19. oktober 2026 kl. 09:30

Tíðindaskriv:

Vitlíki hevur longu broytt hvussu fyritøkur marknaðarføra seg, og hvussu viðskiftafólk finna vørur og tænastur. Í staðin fyri at leita á Google, spyrja fleiri og fleiri brúkarar vitlíki um viðmæli. Spurningurin er, um tín fyritøka verður nevnd – ella kappingarneytin?

Limatiltak á KG

Hetta fer Morten Saxnæs, ið er ein av fremstu serfrøðingunum í Danmark innan marknaðarføring, tøkni og vitlíki at viðgera nærri til limatiltakið, ið verður týsdagin 20. oktober 2026, kl. 13.30 á KG í Klaksvík. Tiltakið er einans ætlað limum í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Limir, sum ikki longu hava gjørt tað, kunnu enn melda seg til tiltakið.

Mortan fer at geva innlit í, hvussu vitlíki ávirkar marknaðarføring og kappingina millum fyritøkur. Dentur verður lagdur á, hvat vitlíki kann í dag, hvussu arbeiðsuppgávur og førleikar broytast, og hvat skal til fyri at skara framúr, tá øll hava atgongd til somu amboð. Eisini verður hugt at, hvønn týdning kreativitetur, branding og menniskjaligir førleikar fáa í eini tíð, har vitlíki kann skapa alsamt meira.

Morten Saxnæs rekur Studio Saxnæs, har hann ráðgevur fyritøkum um kreativitet og nýggja tøkni. Hann hevur eisini staðið fyri fleiri altjóða lýsingarherferðir, m.a. fyri Momondo, VELUX og TV 2.

Skeið á Hotel Brandan

Mikudagin 21. oktober verður ein praktisk verkstova á Hotel Brandan, har limir í Felagnum Føroysk

Marknaðarfólk fara at læra at brúka vitlíki í dagliga arbeiðinum við marknaðarføring. Við vitlíkisamboðnum Claude verður arbeitt við tekstskriving, hugskotsmenning, greining og at skapa betri úrslit við røttum spurningum.

Tað er somuleiðis Morten Saxnæs, ið skipar fyri hesum skeiðnum saman við Felagnum Føroysk Marknaðarfólk. Luttakararnir fáa høvi at arbeiða við egnum uppgávum og læra at nýta vitlíki effektivt og sjálvstøðugt. Eftir verkstovuna hava tey ítøkilig amboð og eina ætlan, sum kann takast í nýtslu beinanvegin.

Hetta skeiðið er longu fullteknað.

Limaskapur

Marknaðarfólk kunnu gerast limir í Felagnum Føroysk Marknaðarfólk við at gjalda 1.000 kr. pr. persón um árið á konto nr. 9181 6184113 ella við at skriva til [email protected] og upplýsa hvønn rokningin skal stílast til.

Hvat er eitt marknaðarfólk?

Marknaðarfólk er eitt felagsheiti fyri fólk, sum arbeiða við marknaðarføring. Hetta eru til dømis fólk, ið arbeiða á marknaðardeildum, marknaðarleiðarar, ráðgevar, samskiftisfólk, grafikarar, samskiparar, SoMe-fólk og líknandi. Talan er tó ikki um lýsingarstovur, miðlar og aðrar veitarar hjá vinnuni, sum longu hava onnur líknandi feløg.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Fuglafjørður avbyrgdur av stórari skriðu

14. oktober kl. 12:06

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tvey útlendsk skip landa makrel hjá Varðanum Pelagic

40 minuttir síðan
Hondbóltur

Pauli og Ovi vóru fremstu málskjúttarnir hjá Bergsøy

1 tími síðan
Ítróttur

Meistararnir flúgvandi byrjan

1 tími síðan
Tíðindi

Harðligt stríð í Íslandi um Russland og NATO í Arktis

1 tími síðan
Tíðindi

Brúgvin millum Biskupstorg og Rótina stongd í fýra dagar

2 tímar síðan
Tíðindi

Putin vil hitta Trump og Xi um Ukraina

2 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á Kyiv í nátt

3 tímar síðan
Tíðindi

Høvi at vitja umborð á Bretagne í dag

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Sandnes ULF fekk bank á útivølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Skagerak: Fýra sluppu av brennandi fiskiskipi

10 tímar síðan
Hondbóltur

HØJ heldur fast í oddasessinum - Mors Thy tapti í Aalborg

10 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: Marita og liðfelagarnir taptu í Kroatia (Champions League)

11 tímar síðan