Hon hevur serliga funnist at fyrrverandi forsetanum Ólafi Ragnari Grímssyni fyri at deila sjónarmið hjá russiska uttanríkisráðharranum um NATO í Arktis. Ólafur Ragnar vísir aftur, at hann stuðlar russisku sjónarmiðunum, og kallar útsagnirnar hjá ráðfrúnni bæði skeivar og óheiðarligar.
Orðaskiftið tók dik á seg um vikuskiftið, eftir at Þorgerður Katrín í útvarpssamrøðu segði seg vera stúrna um, at fólk við ávirkan í Íslandi vóru farin at vísa ov stórt forstáilsi fyri russiskum sjónarmiðum.
Hon tók serliga fyrrverandi forsetan Ólaf Ragnar Grímsson fram.
Orsøkin er, at hann 31. august deildi eina grein hjá russiska uttanríkisráðharranum Sergej Lavrov á X. Í greinini fanst Lavrov at øktu NATO-hernaðarnærveruni á norðurslóðum og serliga eftirlitsátakinum Arctic Sentry, sum NATO setti í verk í februar. Lavrov segði átakið vera eina beinleiðis hóttan móti russiskari trygd.
Þorgerður Katrín Gunnarsdóttir segði, at tað var álvarsamt at síggja ein fyrrverandi íslendskan forseta taka undir við hesum málburðinum, tí NATO-nærvera á norðurslóðum eftir hennara tykki hevur stóran týdning fyri íslendska trygd.
Ólafur Ragnar svarar aftur
Ólafur Ragnar vísir tó aftur, at tað at deila greinina hjá Lavrov merkir, at hann tekur undir við innihaldinum.
Hann sigur við Morgunblaðið, at eitt lítið land sum Ísland eigur at fylgja væl við øllum týdningarmiklum skjølum og sjónarmiðum, sum verða løgd fram í altjóða trygdarpolitikki – eisini teimum russisku. Tað er sambært honum ikki tað sama sum at stuðla teimum.
Hann kallar útsagnirnar hjá uttanríkisráðfrúnni „óheiðarligar“ og „langt úti“ og sigur, at íslendskur uttanríkispolitikkur eigur at byggja á gjølliga vitan og hóvsemi heldur enn skjót politisk útspøl.
NATO fær størri týdning í Íslandi
Orðaskiftið kemur í eini tíð, har trygd í Norðuratlantshavi og Arktis fyllir nógv í Íslandi.
Tá amerikanski uttanríkisráðharrin Marco Rubio vitjaði Reykjavík fyrr í oktober, vóru trygd í Arktis og NATO-samstarv millum høvuðsevnini. Þorgerður Katrín segði tá, at Ísland vil hava greiða NATO-nærveru á norðurslóðum.
Samstundis hava amerikanskar herdeildir í ár luttikið minni sjónligt í ávísum NATO-venjingum kring Ísland enn áður, hóast USA framvegis tekur lut í samstarvinum.
Hetta ger orðaskiftið millum uttanríkisráðfrúnna og fyrrverandi forsetan til meira enn eitt persónligt stríð. Tað snýr seg eisini um, hvussu Ísland eigur at leggja seg trygdarpolitiskt í einum Arktis, har Russland, NATO og USA kappast um ávirkan og hernaðarliga nærveru.
Føroyskur áhugi
Sæð við føroyskum eygum er orðaskiftið áhugavert, tí Føroyar liggja í sama norðuratlantiska trygdarøki.
Spurningarnir um NATO-nærveru, eftirlit og sambandið við USA og Russland hava eisini beinleiðis týdning fyri Føroyar, nú Norðuratlantshavið og Arktis fáa alsamt størri strategiskan týdning.