- Tvey útlendsk skip eru á veg til Varðan Pelagic at landa makrel.
Soleiðis siga tey á Varðanum á sínari heimasíðu um dagarnar.
- Fyrst landar Beinur 450 tons, og í hølinum á honum kemur írska skipið, Sheanne við 500 tonsum.
Skipini hava fiskað eystanfyri Hetland.
Sagt verður, at Beinur fleiri ferðir áður hevur landað á Tvøroyi.
Hinvegin er hetta fyrstu ferð, at eitt írskt skip landar hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyri.
- Vit vóna og vænta at at síggja fleiri skip landa í Suðuroy framyvir, verður sagt á virkinum.
