Sunnudagin spældi Bergsøy dyst á heimavølli móti Arendal í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Bergsøy tapti greitt 25-34 (11-15) fyri Arendal, men føroysku leikararnir hjá Bergsøy avrikaðu væl.
Pauli Høj skoraði átta mál upp á níggju málroyndir, og Ovi Lützen skoraði fimm mál upp á seks málroyndir. Ovi legði eisini upp til fimm mál.
Bergsøy er næstaftast í deildini við tveimum stigum.
Komandi sunnudag klokkan 17 spælir Bergsøy dyst á útivølli móti Fjellhammer.