Oddur Olsen er nýggjur ábyrgdarmaður á beinkinum, tá ið B68 seinnapartin fer stutta teinin inn á Mýrarnar at dystast við grannarnar. Dagsskráirnar eru heilt ymiskar. Hjá NSÍ snýr tað seg um at halda tørn um heiðursmerkjaplássið og vóna, at tað fer at styttast fram til toppin, meðan tað hjá B68 snýr seg um at vinna fyrsta sigurin í ár.
Hjá B68 eru níggju av spælarunum, sum vóru við fyri summarsteðgin, ikki tøkir: Albert R. Johannesen, Evrard Blé, Otto R. Petersen, Leivur Højgaard og Jóhannus Hansen eru burturstaddir, Kristian Anton Andreassen og Esmar Clementsen eru skaddir, Hákun Edmundsson er fluttur til Danmarkar, og Carlos Quintana Herrero er givin í felagnum.
Jóhan Dávur Højgaard er við aftur eftir leikbann, og Oddur Højgaard er komin aftur í barndómsfelagið eftir at hava verið burturstaddur. Nýggi álopsspælarin, Damir Ibric Yuksel, verður ikki við í dag, tí loyvini eru ikki komin upp á pláss.
Hjá NSÍ er Johan Jacobsen farin av landinum. Tað kemur væl við, at Einar Tróndargjógv nú er tøkur aftur, og at Betuel Hansen og Tobias Olesen eru komnir at hjálpa til.
Sambært NSÍ heimasíðuni var ætlanin hjá báðum feløgunum, at grannauppgerðin skuldi vera í gjár, eftir at stóra sølu- og mentanartiltakið var liðugt. FSF vildi ikki geva loyvi til flytingina frá sunnudegi til leygardag, tí hetta varð mett at geva NSÍ fyrimun sammett við AB, sum skal spæla í Gøtu í dag, og sum mikukvøldið eigur heimavøll ímóti NSÍ.
B68 hevur mist næstan eitt lið B68 hevur mist næstan eitt lið
Hjá heimaliðnum í Runavík vera tveir nýggir á dómaraseðlinum í dag
info
Jóannes Hansen
24. juli 2016 kl. 10:30
Mest lisið hesa vikuna
Løgreglan eftirlýsir mann í Havn
29. oktober kl. 07:44
So nógv vita danskir politikarar um Føroyar
30. oktober kl. 15:45
Aðalstjóri við meira enn einari millión krónum ársløn
1. november kl. 07:45
Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum
Í gjár kl. 23:18
Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu
21 tímar síðan
Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn
Í gjár kl. 17:48
Fleiri tíðindi
Tíðindi
Aftanfyri minnispláturnar fjalast tungar lagnur
38 minuttir síðan
Tíðindi
Føroyskar køliskipanir verða kannaðar eftir teldusníkaálop í Evropa
57 minuttir síðan
Tíðindi
Valið í USA kann fáa týdning fyri trygdina í Evropa
1 tími síðan
Tíðindi
FAKTA: Soleiðis kunnu Demokratarnir brúka meirilutan í Kongressini
1 tími síðan
Tíðindi
Skuldsettur fyri at skaða tveir telduskíggjar
1 tími síðan
Tíðindi
Grønland hevur samtykt verjuavtaluna við USA
1 tími síðan
Tíðindi
Strandingar fegnast við Samuel
1 tími síðan
Fótbóltur
Elisabeth hevur skrivað undir við HB
2 tímar síðan
Tíðindi
Bilur koyrdi inn framman fyri prutl
2 tímar síðan
Fótbóltur
VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina
3 tímar síðan
Tíðindi
Tveir koyrdu ímóti ferðsluni á Vaglinum
3 tímar síðan
Tíðindi
Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi
3 tímar síðan