info
Ongi úrslit

Góð og støðug gongd í triðja ársfjórðingi

Roknskapartølini hjá Føroya Banka-samtakinum fyri triðja ársfjórðing eru kunngjørd í dag. Tíðarskeiðið hevur sum heild verið merkt av eini góðari og støðugari gongd, og úrslitið fyri ársfjórðingin eftir skatt gjørdist 62 mió. kr.

Eirikur Lindenskov
4. november 2026 kl. 08:23

Tíðindaskriv:

Hyggja vit nærri eftir roknskapartølunum, so eru tey sum heild merkt av støðugum vøkstri á flestu økjum. Innlánini og útlánini eru hækkað, samlaða virðið á teimum ognum, ið bankin umsitur og ger íløgur við vegna kundarnar, er eisini hækkað, og sostatt er samlaða virkisvavið hækkað við 5% higartil í ár.

“Vit fegnast um góðu gongdina. Vit afturføra niðurskrivingar, og tað sigur nakað um ein kundaskara, sum stendur seg væl og klárar at svara sínum skyldum í bankanum. Vit fegnast somuleiðis um økta kundavirksemið. Vit síggja eina tilgongd av nýggjum privatkundum í bæði Føroyum og Grønlandi, og vit síggja eisini, at kundarnir brúka okkara tænastur meira. Til dømis eru tað alsamt fleiri, sum seta sína samansparing í íløgur, og seinastu tíðina eru tað munandi fleiri foreldur, sum seta samansparingina hjá barninum í íløgur. Hetta vísir eitt vaksandi tilvit um íløgur millum okkara kundar”, sigur Turið F. Arge, forstjóri. 

Gongdin hjá dótturfelagnum, Skyn, hevur eisini verið góð hendan ársfjórðingin. Samanbera vit við sama tíðarskeið í fjør, so síggja vit eina øking í sølum á 10% og eina øking í virðismetingum á 7%.

Gongdin hjá Trygd hevur harafturímóti verið merkt av hægri skaðaútgjøldum í sambandi við tryggingarskaðar enn væntað. Hetta vísir samstundis, at Trygd er har fyri kundarnar, tá ið tørvur er á tí.

Rentuhækkingar fyri framman

Eitt annað, sum eisini hevur merkt árið higartil, eru rentuhækkingar. Í juli mánaði og síðst í farna mánaði hækkaði rentan. Hesar rentuhækkingar hava við sær, at tað gerst dýrari at lána. Hinvegin hækkar innlánsrentan eisini, soleiðis at kundarnir fáa hægri rentu av innistandandi peningi.

Marknaðurin væntar áleið tvær rentuhækkingar aftrat komandi árið.

Hóast hækkandi rentur leggja størri fíggjarligt trýst á tey, sum hava lán, so eru ongar ábendingar um, at kundarnir í bankanum hava trupulleikar við at halda sínar gjaldsskyldur. Hetta sæst millum annað við, at tølini á skáum og troti eru støðug.

Samtakið fingið dagførda strategi

Samstundis sum roknskapartølini fyri triðja ársfjórðing eru kunngjørd, hevur nevndin eisini samtykt eina dagførda strategi fyri samtakið, sum fevnir um árini 2027-2030. Yvirskipað byggir strategiin víðari á tað haldgóða arbeiðið og grundarlagið, sum samtakið stendur á í dag.

“Við dagførdu strategiini hava vit ein greiðan málsetning um, at tað skal vera bæði betri og lættari at vera kundi hjá okkum. Í 2030 skal tað t.d. ikki taka longri enn 10 minuttir hjá einum privatkunda at gerast kundi hjá okkum, og tað skal ikki taka longri enn ein tíma at fáa svar upp á eina umbøn um lán. Tó so er tað umráðandi, at vit varðveita ta persónligu og nærverandi ráðgevingina, sum okkara kundar eisini hava tørv á”, sigur Turið F. Arge, forstjóri.

Harumframt verður grønlendski parturin av virkseminum eisini raðfestur høgt komandi árini. Møguleikarnir fyri vøkstri í Grønlandi eru stórir, og eitt av høvuðsmálunum í dagførdu strategiini er at gagnnýta hesar vakstrarmøguleikar.

Fakta
Roknskapurin í stuttum Úrslitið eftir skatt var 187 mió. kr. Rakstrarúrslitið fyri niðurskrivingar var 164 mió. kr. Útlánini vóru 9,9 mia. kr. Innlánini vóru 11,6 mia. kr. Realkredittlánini vóru 3 mia. kr.

Útlitini fyri restina av árinum eru sum heild góð. Leiðslan væntar, at nettoúrslitið fyri 2026 verður millum 225 og 255 mió. kr.

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

30. oktober kl. 15:45

Aðalstjóri við meira enn ein­ari milli­ón krón­um ársløn

1. november kl. 07:45

Bert 20 ára gomul var hon annar av flogskiparunum

Í gjár kl. 23:18

Politiið ávarar: Ræðuliga hált á vegunum í Havn

Í gjár kl. 17:48

Gøtumaður stjóri í stórari danskari hotelketu

19 tímar síðan

Fleiri tíðindi

Fótbóltur

Elisabeth hevur skrivað undir við HB

6 minuttir síðan
Tíðindi

Bilur koyrdi inn framman fyri prutl

49 minuttir síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis upplivdu Mattias og liðfelagarnir uppflytingina

58 minuttir síðan
Tíðindi

Tveir koyrdu ímóti ferðsl­uni á Vagli­num

1 tími síðan
Tíðindi

Børn sótu ikki rætt íbundin við skúla í Havn

2 tímar síðan
Tíðindi

El-Sayed stendur til at gerast fyrsti muslimski senatorurin í USA

2 tímar síðan
Fótbóltur

Víkingur fer at skriva undir við tríggjar nýggjar spælarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

Djóni Samuelsen hevur gjørt tvey ára sáttmála við B36

3 tímar síðan
Tíðindi

Trump leypir á Fox News á valnáttini

6 tímar síðan
Tíðindi

Metir Demokratarnar vinna meirilutan í Umboðsmannatinginum

7 tímar síðan
Tíðindi

Republikan­ar­ar missa senat­ssess í North Carolina

7 tímar síðan
Fótbóltur

EFL valdi Geza á vikuliðið

9 tímar síðan