Tveir bilførarar vórðu í gjár tiknir fyri at koyra ímóti ferðslurætninginum á Vaglinum í Havn.
Sambært løgregluni var onnur hendingin um middagsleitið.
Ferðslan á staðnum er broytt í sambandi við umbyggingina hjá Løgtinginum, og bilførararnir koyrdu ímóti galdandi ferðslurætningi.
Báðir fingu klipp í koyrikortið.
Orsøkin til mongu ferðslógarbrotini á Vaglinum í Havn seinastu vikurnar er uttan iva tann, at atkomuviðurskiftini til Vaglið – gamla kommunuskúlagarðin – eru broytt við tað, at Tinghúsvegurin er stongdur við Løgtingið. Einasti vegur at koyra oman eftir gongugøtuni hevur verið oman gjøgnum Sverrisgøtu frá Tinghúsvegnum. Men meðan Tinghúsvegurin er stongdur vegna umvælingararbeiðið av umsitingarbygninginum hjá Løgtinginum, so kann bara koyrast til gongugøtuna frá Sverrisgøtu úr hinum endanum – úr Tórsgøtu við handilin hjá Kissa. Tað vil siga, at ferðslan skal koyra niðan eftir Sverrisgøtu úr Tórsgøtu. Ein leið, sum hevur verið einsrættað omaneftir í eitt mannaminni.
Av tí at Tinghúsvegurin er stongdur við Løgtingið, so ber ikki til at sleppa inn á Vaglið sunnanífrá. Helst er tað orsøkin til, at fleiri bilførara »snýta« og koyra framvið Havnará niðan á Vagli av Áarvegnum ella Mylnugøtu. Einasti vegur at koyra inn á Vaglið er, um tú fert úr Tórsgøtu og niðan eftir Sverrisgøtu við handilin hjá Kissa. Har hevur ferðslan í eitt mannaminni verið einsrættað omaneftir
Men hjálpir lítið upp á tað, at tú skal akta ferðslureglanar – og koyrir tú ímóti ferðslurætninginum, so er revsingin púra greið: Klipp í koyrikortið og bót.