info
Ongi úrslit
Í dag heilsaði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, upp á nýggja Etiska Ráðið

Nú er nýtt etiskt ráð farið til verka

- Tað er týdningarmikið, at ráðið er óheft og hevur frælsi til at velja evni, seta spurningar og koma við egnum metingum, sigur landsstýriskvinnan, Eyðdis Hartmann Niclasen

Vilmund Jacobsen
21. oktober 2026 kl. 11:27

Nýggja Etiska Ráðið, sum tók við 1. oktober, er farið til verka við Katrini Kallsberg, serlækna í kvinnusjúkum, sum forkvinnu.

Í dag heilsaði Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna í heilsu- og orkumálum, upp á nýggja ráðið.

Uppgávan hjá Etiska Ráðnum er at fremja og styrkja kjak og vitan um etiskar spurningar á heilsuøkinum, almannaøkinum og kommunala økinum og at gera bæði myndugleikar og borgarar betur før fyri, at taka støðu í etiskum spurningum.

- Ráðið skal eisini eygleiða gongdina í samfelagnum, og av egnum ávum taka almennar og prinsipiellar etiskar spurningar upp - um millum annað gransking í og nýtslu av biotøkni og ílegutøkni.

Landsstýriskvinnan, Eyðdis Hartmann Niclasen, leggur dent á, at arbeiðið hjá Etiska Ráðnum nemur við grundleggjandi spurningar um heilsu, sjálvsavgerðarrætt og ábyrgd fyri hvørjum øðrum.

Samstundis heldur hon tað vera týdningarmikið, at ráðið er óheft og hevur frælsi til at velja evni, seta spurningar og koma við egnum metingum.

Etiska Ráðið verður valt fyri fýra ár í senn, og nýggja ráðið hevur níggju limir. Tey eru: Katrin Kallsberg, forkvinna, Vár Honnudóttir, Arni Zachariassen, Súsanna Skaale, Sissal Jørgensen, Regin Berg, Jógvan Páll Fjallsbak, Hanus á Gørðum og Jóngerð Guttesen.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Fjós fokið á hús á Skála – stórur skaði

14. oktober kl. 17:53

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Fleiri tíðindi

Lesarabrøv

Nú kanst tú gleða teg til eina skattarokning á 70 milliónir

4 minuttir síðan
Tíðindi

Minnisvarðin skal gerast lættari atkomuligur

1 tími síðan
Tíðindi

Vil lata lág­inn­tøku­húskj­um 5.000 krónur aftrat

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskaparráðið: Mót­rokn­ing í fólka­pen­sjón­ini átti at ver­ið herd

2 tímar síðan
Tíðindi

Tesla og SpaceX kunnu verða løgd saman

3 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff komin til Russlands at hitta Putin

3 tímar síðan
Tíðindi

Aftur í gjár: Níggju fingu bót og klipp á Vaglinum

4 tímar síðan
Fótbóltur

Birna Mikkelsen var besti leikarin í september

5 tímar síðan
Hondbóltur

Óli er valdur á vikuliðið

12 tímar síðan
Tíðindi

Her er nýggi stjór­in í Fjar­hita­felag­num

12 tímar síðan
Tíðindi

Zelenskyj: - Vit tapa ikki kríggið men vit missa fólk

12 tímar síðan
Fótbóltur

Champions League: PSG vann á FC Barcelona

13 tímar síðan