info
Ongi úrslit

Bjargaðir undan deyðanum

Fríggjakvøldið sakk ein bátur á Skálafjørðinum stutt uttanfyri Skála. Tríggir menn vóru í bátinum, sum fyrst koppaði og síðani sakk eftir fáum minuttum. Neyðarrópini hoyrdust um alla Skálabygd, og fýra skálamenn komu út eftir teimum. Bjargingin eydnaðist sera væl, og teir stóðu allir á turrum 11 minuttir eftir, at báturin sakk. Sosialurin hevur tosað við nakrar av monnum um hendingina

info
Heini S. Kristiansen
27. november 2006 kl. 17:23

Fríggjakvøldið hoyrdust neyðarróp um alla Skálabygd. Fólk, sum hoyrdu rópini, høvdu torført við at eyðmerkja, hvaðani rópini komu frá.
Tá var báturin “Bakkafossur” sokkin. Sámal Erik Djurhuus, Rólant á Bakka Jacobsen og Tummas Petur Davidsen vóru farnir ein túr við nót at fiska bryssling. Teir høvdu nótina úti, tá ið báturin knappliga hválvdist. Teir hvødu fingið eitt sindur í lastina, og lastin hevur helst forskotið seg so mikið, at báturin koppaði fyrst á liðina og síðani heilt runt. Teir tríggir menninir komu sær undan bátinum og hildu fast í kjølinum. Teir fóru á kjølin og róptu um hjálp.
Hepnið var við teimum hendan dagin, tí at lotið lá inn ímóti Skála, og bar tað tí rópini inn yvir bygdina. Hetta førdi við sær, at fleiri hoyrdu neyðarrópini frá monnunum. Fólk høvdu tó torført við at gera av, hvaðani rópini komu. Summi hildu, at rópini komu úr fjøllunum, og onnur hildu, at talan var um børn, sum spældu í fjørðinum.
 

Til alla lukku hevði Kári Weihe, sum býr ovarlaga í bygdini, beint undir ítróttarhøllini, staðið á altanini og tosað í telefon. Klokkan var tá gott 18, og tað var vorðið myrkt. Hann hevði sæð ljósini frá bátinum á fjørðinum. Knappliga hvurvu ljósini, og Kári hoyrdi neyðarrópini. Tá ivaðist Kári ikki í, at ein bátur var sokkin. Hann bað tí konuna ringja 112 og leyp síðani avstað móti fjørðinum. Á vegnum møtti hann døttir Sámal Weihe, sum eisini var ein av bjargingarmonnunum. Hann bað hana finna hjálp, og hon leyp inn til pápan og segði frá.
Sámal Weihe og sonurin Jan Weihe skundaðu sær oman í fjørðina og inn í neystið, sum liggur beint undir húsunum hjá Sámali. Teir sluppu bátin oman á sjógv. Stutt eftir kom Kári Weihe eisini oman til sítt neyst, sum liggur við síðuni av neystinum hjá Sámali. Kári hevði tá fingið Poulsen við sær. Teir sluppu eisini bátin á sjógv og sigldu aftaná Sámali og Jan. Teir komu beint framá teir tríggjar, sum lógu í sjónum. “Bakkafossur” var tá sokkin, og sjógvurin var fyltur av brysslingi.
Sámal og Jan tóku Tummas Petur og Ròlant upp, meðan Terji og Kári tóku Sámal Erik upp úr sjónum. Teir komu á land og Jannet Poulsen, sum er kona Terja og sjúkrarøktari, tók ímóti teimum saman við Hálvdan Simonsen, kommunulækna. Teir fóru allir niðan til Sámal Weihe og lótu seg úr teimum vátu klæðunum. Seinna komu tveir sjúkrabilar og tóku Tummas Petur og Rólant til landssjúkrahúsið. Sámal Erik varð kannaður hjá Hálvdan.
 

Eftir hesa óhugnaligu uppliving, hevði Sosialurin avtalað við teir at møtast við teir og práta um hendingina. Tíverri lá ikki fyri hjá Rólant og Tummas Petur at møta upp, men Sámal Erik var til staðar, tá ið vit samlaðust hjá Sámali Weihe.
- Eg dugi ikki at siga, hví báturin koppaði. Tað hendi so skjótt, at eg fekk als ikki tíð at hugsa. Báturin legði seg eitt sindur á liðini, og lastin forskeyt seg. Tá koppaði báturin fullkomiliga, sigur Sámal Erik.
Teir fingu als ikki tíð til at seta seg í samband við nakran inni á landi.
- Vit høvdu tvær fartelefonir umborð, men tær lógu inni í stýrihúsinum. Vit fingu als ikki tíð til at taka tær við, sigur hann.
 

Sámal Erik dugir als ikki at svimja, men hann visti sær tó ráð.
- Vit hildu fast í kjølinum. Eg dugi als ikki at svimja, so eg royndi at plaska sum frægast. Eg fekk fatur á einari boyðu og bant hana um meg. Ein bjargingarkransur flottnaði upp, og Tummas Petur og Rólant hildu í honum. Vit róptu eftir hjálpt, og vit sóu, at okkurt hendi á landi. Tað gav okkum mót, at fólk høvdu hoyrt okkum. Vit vóru tó sera hepnir, tí um veðrið hevði verið verri, ella lotið hevði ligið øðrvísi, hevði eingin hoyrt okkum, sigur Sámal Erik hugsunarsamur.
Kári greiðir frá, hvussu hann sá bátin.
- Eg stóð úti á altanini og tosaði í telefon, tá ið eg knappliga sá nøkur ljós hvørva á fjørðinum. Tá eg so hoyrdi róp, ivaðist eg ikki og leyp avstað. Tað var sera heppið, at eg stóð á altanini júst tá, tí at tað var sera torført at vita, hvaðani rópini komu, sigur Kári.
Sámal og Jan gjørdu sera skjótt av, tá ið teir frættu, hvat gekk fyri seg.
- Vit lupu avstað. Vit tóku als ikki hóskandi klæðir uppá okkum. Eg fór bara í skógvarnar og so avstað, sigur Jan Weihe.
 

Tað er ikki lætt at finna runt á fjørðinum, tá ið tað er so myrkt. Tó sigldu Sámal og Jan beint móti monnunum og fingu teir upp á tað sum kann kallast “rekordtíð”. Sámal hevði tó ikki sæð menninar, men hann ivaðist tó ikki í, hvørja leið hann skuldi fara.
- Tað var sera sjálvsamt. Eg visti fullkomiliga, hvønn veg vit skuldu fara, og hvussu langt út, vit skuldu fara. Eg eri vísur í, at har var eitt hægri vald við í spælinum, sum leiddi meg, sigur Sámal.
Eftir at hava fingið menninar á land, kundu teir allir frøast um, at teir tríggir vóru komnir undan við lívinum. Teir fýra Jan, Kári, Sámal og Terji kenna seg tó ikki sum hetjur, hóast hetta var eitt satt bragd.
- Tað kennist so løgið, tí at alt gekk so væl. Umleið 11 minuttir aftaná, at báturin hjá teimum koppaði, vóru teir á land aftur. Alt gekk sum tað skuldi, og vit silgdu beint út til teir. Eg havi fyrr verið við til at leita eftir fólkið, har ið tað ikki er eydnast at finna tey. Tað er als ikki stuttligt. Men hetta er ein góð kensla, sigur Terji
 

Hóast báturin sakk einans umleið 500 metrar frá landið, var ógjørligt hja teimum trimum at svimja inn á land.
- Tað er sera kalt í sjónum, og tað byrjaði eisini at stinga í musklunum, meðan eg lá í vatninum. Vit hildu í hvørjum øðrum og vóru tí allatíðina saman. Hetta hjálpti okkum eisini at halda mótinum uppi. Vit royndu at svimja móti landi, men tú kemur ongan veg. Vit hildu, at vit nærkaðust landi, men tað var so myrkt, og vit komu í veruleikanum ikki úr stað. Streymurin er so harður, og klæðini eru so tung, sigur Sámal Erik.
Hann er vísur í, at teir høvdu ikki verið heilskapaðir enn, um bjargingarmenninir ikki høvdu borið so skjótt at.
- Tað var somikið kalt, at vit høvdu ikki klárað tað nógv longri í sjónum. Likamshitin hjá Rólant var komin niður á 34 gradir, so har var ikki nógv at geva av. Teir eiga lívið í okkum, sigur Sámal Erik at enda.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

Í gjár kl. 16:21

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

17 tímar síðan

21 ára gomul úr Klaksvík vann P3 Guld-heiður

17. oktober kl. 09:01

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Inga Maria og Joan eru valdar á vikuliðið í Íslandi

5 tímar síðan
Tíðindi

Er Taxi Driver besti filmur?

6 tímar síðan
Tíðindi

Guðrið Hansdóttir syngur á íslendskum

6 tímar síðan
Hondbóltur

VIDEO: HF Karlskrona vann annan dystin á rað

7 tímar síðan
Tíðindi

Smyril broytir ella avlýsir møguliga leygardagin

7 tímar síðan
Tíðindi

Niels Juel Arge - Heim: Fagnaður til Føroyar

7 tímar síðan
Hondbóltur

Myndir: Kyndil vann á KíF

7 tímar síðan
Hondbóltur

Faxe Kondi: Kyndil vann tepran sigur á KÍF

7 tímar síðan
Tíðindi

Fólkadansur – familjudansur í Vági: børn og vaksin dansa saman

8 tímar síðan
Tíðindi

Stórhvalagildi á Kambsdali

8 tímar síðan
Fótbóltur

Conference League: Mjällby tók ikki av málmøguleikunum

8 tímar síðan
Tíðindi

Ph.d.-verja: Rógvi Olavson

9 tímar síðan