Talan er um eitt umleið 1.750 fermetra stórt øki, sum er partur av matr. nr. 150a. Økið er smalt og langt, men kommunan metir tað vera væl egnað til tætta og lága bústaðarbygging.
Kommunan hevur gjørt eitt skitsuuppskot, har økið verður býtt í fimm grundøki – eitt norðan fyri verandi gøtu og fýra sunnanfyri. Ætlanin vísir tvíhús í tveimum hæddum, bilskýli og felags grøn øki, har annað kann hava spælipáss. Verandi gøtur til býlingarnar omanfyri skulu varðveitast.
Hetta er tó bara eitt uppskot. Tann, sum søkir um at keypa økið, kann koma við síni egnu ætlan innan fyri ásettu karmarnar.
Kostar 350.000 krónur uttan mvg
Prísurin er 200 krónur fyri fermeturin uttan mvg. Verður alt økið upp á umleið 1.750 fermetrar selt undir einum, svarar tað til umleið 350.000 krónur uttan mvg.
Men keyparin skal rokna við munandi útreiðslum afturat sjálvum keypsprísinum.
Økið er ikki byggibúgvið. Kloakkleiðingar og áir ganga ígjøgnum tað, og ein 500 mm leiðing liggur eisini gjøgnum matrikkulin. Møgulig umlegging av kommunalari kloakkleiðing verður gjørd fyri rokning hjá keyparanum, og roknast skal eisini við, at áir mugu leggjast um.
Lendið er heldur ikki planerað, og kommunan vísir á, at neyðugt kann verða at gera stuðlamúrar í sambandi við byggingina.
Skal byggjast skjótt
Kommunan setir eisini tíðarfreistir fyri byggingina.
Tá søkt verður um økið, skulu bæði skitsuuppskot og fíggingarváttan fylgja við. Í seinasta lagi hálvt ár eftir tillutan skal myndugleikaverkætlanin og fíggingin av bústaðarbyggingini vera klár.
Og byggingin skal vera farin í gongd í seinasta lagi hálvt ár eftir keypið.
Kommunan tilskilar sær rættin frítt at velja millum innkomnu uppskotini – ella ikki at taka av nøkrum teirra. runavík.