info
Ongi úrslit

Mette Frederiksen ætlar sær eitt valskeið afturat

Danska forsætisráðfrúan ger nú greitt, at hon er til reiðar at halda fram sum forsætisráðfrúa í eitt fjórða valskeið, um Javnaðarflokkurin aftur fær undirtøku frá veljarunum til at leiða Danmark.

Mette Frederiksen helt leygardagin formansrøðu á ársfundinum hjá Socialdemokratiet í Aalborg. Har gjørdi hon greitt, at hon er til reiðar at halda fram sum forsætisráðfrúa eitt valskeið afturat. Mynd: Henning Bagger/Ritzau Scanpix
Eirikur Lindenskov
46 minuttir síðan

Mette Frederiksen hevur ikki ætlanir um at gevast í donskum politikki eftir hetta valskeiðið.

Tað gjørdi hon greitt í formansrøðu síni á ársfundinum hjá Socialdemokratiet í Aalborg í dag.

– Um tit eru við upp á tað, so verði eg verandi, segði hon við limirnar.

– Eg ætli mær at brúka mítt politiska virksemi og arbeiði í hesum valskeiðnum – og í tí næsta, um vit aftur fáa undirtøku frá veljarunum til at leiða landið, segði Mette Frederiksen.

Hon segði tó ikki, hvat hon fer at gera, um Socialdemokratiet ikki fær undirtøku til aftur at standa á odda fyri einari stjórn.

Mette Frederiksen hevur verið forsætisráðfrúa í Danmark síðani 2019 og er nú í sínum triðja valskeiði.

Síðani nýggja stjórnin varð skipað í juni, hevur nógv verið gitt um, hvør einaferð skal taka við eftir hana. Hetta tók serliga dik á seg, tá Mette Frederiksen býtti um upp á ráðharrasessirnar hjá Nicolai Wammen og Peter Hummelgaard.

Hummelgaard gjørdist fíggjarmálaráðharri, meðan Wammen gjørdist løgmálaráðharri. Teir báðir hava verið nevndir sum møguligir arvtakarar eftir Mette Frederiksen.

Men sambært røðuni í dag er eitt formansskifti ikki á skránni enn.

Vil vinna veljararnar aftur

Mette Frederiksen ásannaði eisini, at hon ikki er nøgd við úrslitið hjá Socialdemokratiet á fólkatingsvalinum í mars.

Flokkurin misti 12 fólkatingssessir, hóast hann framvegis er størsti flokkur í Danmark.

– Mín uppgáva sum forsætisráðfrúa er at leiða land okkara og stjórn okkara. Men eg vil eisini gera tað, eg kann, fyri at leiða okkum aftur til nøkur av tykkum, sum vit eru komin ov langt burtur frá, segði hon.

Ein tilgongd er tí sett í verk fyri at vinna mistar veljarar aftur.

– Tí vit eru og vilja vera ein breiður fólksligur flokkur, segði Mette Frederiksen.

Vil herða krøvini til tøknirisarnar

Í formansrøðuni brúkti Mette Frederiksen eisini nógva tíð upp á sosialar miðlar, vitlíki og stóru tøknifyritøkurnar.

Hon vil venda lóggávuni á økinum við, soleiðis at tøknirisarnir frammanundan skulu prógva, at teirra tænastur ikki eru skaðiligar fyri børn.

– Í staðin fyri at vit aftaná, tá skaðin er hendur, skulu royna at gera ein ábyrgd galdandi, segði Mette Frederiksen.

/Ritzau/

Mest lisið hesa vikuna

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

23 tímar síðan

Myndir: Tingfundur 10.09.26

Í gjár kl. 20:06

Tvey samdøgur á kjølinum

11 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

Í gjár kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

Í gjár kl. 18:54

Royndi at snýta – men kvinnan kendi svikið aftur

Í gjár kl. 07:37

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Bjóða 1.750 fermetrar í Saltangará út til bústaðarbygging

9 minuttir síðan
Tíðindi

Ein revolutión sum skuldi fáa Føroyar inn í nútíðina

1 tími síðan
Tíðindi

Alt opið undan svenska valinum í morgin

2 tímar síðan
Uttanlands

Minst 35 deyð eftir ferjueld á Filipsoyggjum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nanortalik valdi at fara úr stórkommununi

2 tímar síðan
Tíðindi

Gekk seg fastan oman fyri Tjørnuvík

3 tímar síðan
Uttanlands

Saudiarabia steingir oljuleiðing eftir dronuálop

4 tímar síðan
Ítróttur

Andrias og liðfelagarnir taptu á útivølli

5 tímar síðan
Tíðindi

Kolaðist upp eftir ongari løtu

5 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur sparkivøllur við Tvøroyrar skúla

5 tímar síðan
Hondbóltur

Inga Maria skoraði og legði upp til 12 mál

6 tímar síðan
Tíðindi

Tvey samdøgur á kjølinum

11 tímar síðan