Endurminningabókin »Swan Song: Diana, My Sister«, sum Charles Spencer hevur skrivað um systur sína, kom út týsdagin og rokin beinleiðis til tops á bestseljaralistanum hjá Amazon.
Tað skrivar tíðindastovan Reuters, sum eisini ber tíðindini um, at bretskir bókakeyparar hava tikið sera væl ímóti bókini.
Charles Spencer kunngjørdi í august, at hann hevði skrivað endurminningar um systur sína. Diana doyði í 1997 av løstunum, hon fekk í einari ferðsluvanlukku. Hon var 36 ára gomul.
Hann hevur grundgivið útgávuna við, at hann verður floymdur undir við fyrispurningum um samrøður um systur sína.
– Tað hevur sannført meg um at skriva mínar egnu tankar og míni egnu minni niður eina ferð med alla, heldur enn at uppliva óbehagið av aftur at lesa meiningarnar hjá øðrum. Nógvar teirra byggja á ósannindi, sum við tíðini eru vorðin góðtikin, segði hann í einum tíðindaskrivi.
Kongshúsið vísir frásøgn aftur
Áðrenn bókin kom út, hevði bretska kongshúsið víst einari av frásøgnunum hjá Charles Spencer aftur.
Í bókini heldur hann uppá, at táverandi Charles prinsur eftir deyða Dianu segði:
– Ver tú bara heilt róligur. Vit skulu nokk fáa hana gloymda, tá ið ein tíð er farin.
Ritzau