info
Ongi úrslit

Paz ger samstarv við gitnu sponsku matstovuna Los 33

Eitt kvøld. Tvær matmentanir. Ein serstøk uppliving. So stutt kann tað lýsast, tá ið víðagitna spanska matstovan, Los 33, og føroyska matstovan, Paz, renna saman til eina heilt serstaka matuppliving 26. september.

Eirikur Lindenskov
22. september 2026 kl. 13:58

Tíðindaskriv:

Los 33, ið er ein háttvird matstova í Madrid, er kend fyri at gera mat yvir eldi - við lokalum, sponskum rávørum. Hetta eina kvøldið fer teirra køkur at renna saman við matlistini hjá Paz, ið byggir á føroysku matmentanina og føroyskar rávørur. 

Faer Isles Distillery í Kvívík - og vakra føroyska landslagið har - verða karmur um serstøku upplivingina. Eitt kvøld, har eldur, náttúra og fyrstafloks rávørur renna saman til eina stóra uppliving, sum fagnar matlistini.

Matskráin er hegnisliga evnað til hetta eina høvið.

Upplivingin byrjar í Paz í Dokara Jakobsensgøtu. Síðani verða gestirnir koyrdir til Kvívíkar, har kokkarnir bíða við einari eksklusivarimatskrá. Nakrir av eyðkendu rættunum hjá Los 33 verða settir saman við einum úrvali av føroyskum sjógæti og rávørum úr Norðuratlantshavinum. 

Eftir upplivingina verða gestirnir koyrdir aftur til Paz, har kvøldið endar við einum drykki í Doktaranum.

Plássið er sera avmarkað - einans 50 gestir, ið allir sita við eitt stórt felagsborð.

Tryggja tær plássið her: https://paz.fo/

Prísurin er 2.400 kr fyri alla upplivingina, ið byrjar í Paz kl. 17:00.
Til ber eisini at møta á Faer Isle í Kvívík, og tá er prísurin 1.900 kr. 

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

20 tímar síðan

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndarøð: Á veg til und­ir­skriv­ing­ina í New York

10 minuttir síðan
Tíðindi

Padelmiðstøð er upplatin

46 minuttir síðan
Lesarabrøv

Næmingunum tørva hægri normering á Trøðni

1 tími síðan
Tíðindi

Trump, Mette og Jens-Frederik skriva undir um tveir tímar

1 tími síðan
Tíðindi

Sigrun Mohr heiðurslimur í Alzheimerfelagnum

1 tími síðan
Tíðindi

Beinta á ting fyri nýggjan flokk

2 tímar síðan
Tíðindi

Helgi til New York – Haraldur á ting

2 tímar síðan
Tíðindi

Turkur fær vatnið í pólskum byrgingarvatni at hvørva

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

2 tímar síðan
Tíðindi

PRG saltar tosk til Bankakvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks av tíggju ungum drekka orkudrykkir hvørja viku

4 tímar síðan
Tíðindi

Innbrot: Størri pen­inga­upp­hædd stol­in úr penga­skápi

4 tímar síðan