Í hesum sambandi hevði nevndin tikið avgerð um, at Sigrun Mohr skuldi gerast heiðurslimur í felagnum.
Alzheimerfelagið skrivar, at Sigrun Mohr slóðaði fyri í 2001, tá felagið var stovnað. Hon var í nógv ár forkvinna, og seinnu árini samskipari, til hon valdi at gevast í fjør.
Uttan hennara áhaldandi ágrýtni innan demensøkið, hevði felagið neyvan ment seg til ein so týðandi aktør í samfelagnum í dag, har størsta uppgávan er at varpa ljós á avbjóðingar, og at ávirka á politiskum støði.
Sigrun sat millum áhoyrarnar í gjárkvøldið, og var tikin av bóli av heiðrum. Hon takkaði fyri og nevndi, at hon hevði onki megnað einsamøll, men havt nógv góð fólk afturat sær.
Alzheimerfelagið ynskir Sigrun hjartaliga tillukku við serstaka limaskapinum og takkar fyri stóra innsatsin hesi 25 árini.