info
Ongi úrslit

Næmingunum tørva hægri normering á Trøðni

Øll børn hava rætt til nøktandi skúlatilboð. Hetta er sjálvandi eisini galdandi fyri børn, sum hava brúk fyri kørmunum á einum serskúla.

Tjóðveldi
22. september 2026 kl. 13:53

At hava brúk fyri einum sertilboði merkir ikki, at tú hevur minni rætt til fakliga menning, trivnað og góðar lærarar. Øll børn hava uppiborið bestu fortreytir fyri at læra og mennast.

Tað kann ikki vera rætt at vit góðtaka, at einasti serskúlin í Føroyum ikki hevur neyðuga fígging fyri at raðfesta eitt nøktandi skúlatilboð til børnini.

Fáa ikki røttu normering
Summi børn hava brúk fyri, at tað er 1 vaksin til 2 børn, men tað ber ikki til við verandi játtan. Skúlaleiðslan skal fyrihalda seg til játtanina til skúlan. Børnini hava einki krav uppá at játtanin fylgir tørvinum, og tí er tað eingin trygd fyri, at skúlabørnini fáa røttu normering

Eitt dømi: Í summum skúlaflokkum er tað 1 vaksin til 4-5 børn,  hóast summi hava brúk fyri, at tað er 1 vaksin til 2 børn.

Samgongan veit av hesum
Sirið Stenberg setti landsstýrismanninum ein munnligan fyrispurning um nøktandi skúlatilboð, á Løgtingi tann 27 august.

Landsstýrismaðurin upplýsti tá, at Skúlin á Trøðni tørvar 4 størv, svarandi til 2,4 milliónir kr. árliga afturat fyri at veita skúlabørnunum nøktandi skúlatilboð.

Hetta góðtaka vit ikki
Sirið Stenberg gjørdi landsstýrismanninum greitt, at um hann ikki kom við einari eykajáttan beinanvegin, so kom Tjóðveldi við uppskotinum.
Nú skriva vit 22 september, og enn er einki nýtt ella framgongd í málinum. Tað kunnu vit bert skilja sum, at samgongan heldur tað vera í lagi, at skúlabørnini á Skúlanum á Trøðni, ikki fáa nøktandi skúlatilboð.

Vónandi verður ein meiriluti fyri at tryggja børnunum nøktandi skúlatilboð.

Vit í Tjóðveldi hava lagt uppskot fram um, at Løgtingið játtar 800.000 kr. nú, so skúlin kann hava nøktandi játtan í hesum játtarárinum. Fyri komandi fíggjarár má játtanin verða framskrivað við 2,4 mió. kr til fult virksemi.

Vit kunnu ikki sum samfelag góðtaka, at børn við serligum avbjóðingum eru verri stillað enn onnur børn. Børn við serligum avbjóðingum hava allan rætt og krav uppá at vera javnsett við aðrar skúlanæmingar.


Við vón um at øll standa saman um nøktandi skúlatilboð á Trøðni

Tjóðveldi

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Myndir: Soleiðis sær nýggja rúsan út

20 tímar síðan

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

19. september kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Myndarøð: Á veg til und­ir­skriv­ing­ina í New York

9 minuttir síðan
Tíðindi

Padelmiðstøð er upplatin

45 minuttir síðan
Tíðindi

Paz ger samstarv við gitnu sponsku matstovuna Los 33

55 minuttir síðan
Tíðindi

Trump, Mette og Jens-Frederik skriva undir um tveir tímar

1 tími síðan
Tíðindi

Sigrun Mohr heiðurslimur í Alzheimerfelagnum

1 tími síðan
Tíðindi

Beinta á ting fyri nýggjan flokk

2 tímar síðan
Tíðindi

Helgi til New York – Haraldur á ting

2 tímar síðan
Tíðindi

Turkur fær vatnið í pólskum byrgingarvatni at hvørva

2 tímar síðan
Tíðindi

Almennur fyrilestur: Frá speglum til stórframleiðslu av sólorku

2 tímar síðan
Tíðindi

PRG saltar tosk til Bankakvøld

3 tímar síðan
Tíðindi

Seks av tíggju ungum drekka orkudrykkir hvørja viku

4 tímar síðan
Tíðindi

Innbrot: Størri pen­inga­upp­hædd stol­in úr penga­skápi

4 tímar síðan