Í dag lat nýggja Padelmiðstøðin upp á Hjalla. Í hesum sambandi varð skipað fyri tiltaki fyri innbodnum og stuðlum hjá miðstøðini. Við fimm vøllum, góðum umstøðum og einum stórum lounge-øki er talan um Føroya størstu padelmiðstøð.
Tað eru hjúnini Bára Hansen og Teitur M. Gestsson og hjúnini Elin Sjúrðardóttir Holm og Julian Johansen, sum reka Padelmiðstøðina.
Til ber at bíleggja tíð á heimasíðuni padelmidstodin.fo