USA ætlar at endurstovna eina gamla amerikanska herstøð í Narsarsuaq í Suðurgrønlandi og fáa hernaðarliga nærveru í Mestersvig í Eysturgrønlandi.
Tað siga tríggjar keldur við kunnleika til nýggju avtaluna millum USA, Grønland og Danmark við Reuters.
Avtalan verður eftir ætlan undirskrivað í ST-bygninginum í New York klokkan 10.30 lokala tíð í dag. Tað er klokkan 15.30 GMT. Undirskrivað verður av Donald Trump, amerikanskum forseta, Mette Frederiksen, forsætisráðfrúu, og Jens-Frederik Nielsen, formanni í Naalakkersuisut.
Danska Statsministeriet hevur váttað tíð og stað fyri undirskrivingina.
USA aftur til Narsarsuaq
Onnur nýggja amerikanska støðin verður sambært Reuters í Narsarsuaq.
Har hevði USA undir og eftir seinna heimsbardaga stóru hernaðarflogstøðina Bluie West One. Hon varð latin aftur í 1950-unum.
Hin støðin verður í Mestersvig í Eysturgrønlandi.
Mestersvig verður í dag brúkt av Sirius-patruljuni, sum er ein serlig eind undir danska herinum.
USA hevur í dag eina hernaðarstøð í Grønlandi, Pituffik Space Base har norðuri í landinum, har umleið 150 amerikansk hernaðarfólk eru.
Verður nýggja avtalan sett í verk sum ætlað, verður talan sostatt um størstu útbyggingina av amerikansku hernaðarligu nærveruni í Grønlandi síðan kalda kríggið.
Tá hevði USA upp í 17 hernaðarstøðir og meira enn 10.000 fólk í Grønlandi.
Trump tosar um varandi eftirlit
Sjálvur avtaluteksturin er enn ikki almannakunngjørdur, og tí eru fleiri týðandi spurningar framvegis ósvaraðir.
Donald Trump hevur sagt, at avtalan gevur USA varandi eftirlit við trygdini í Grønlandi og møguleika at nøkta amerikonsk trygdaráhugamál har.
Grønland og Danmark hava lýst avtaluna øðrvísi.
Mette Frederiksen hevur sagt, at avtalan viðurkennir fullveldið og landafrøðiliga integritetin hjá danska ríkinum umframt rættin hjá grønlendska fólkinum til sjálvsavgerð.
Jens-Frederik Nielsen sigur, at avtalan viðurkennir grønlendsk áhugamál og støðu Grønlands í altjóða samstarvinum.
Lars Løkke Rasmussen, danskur uttanríkisráðharri, hevur samstundis sagt, at ein týðandi partur av avtaluni er, at trygdin í Arktis í størri mun verður sett inn í NATO-samstarvið og ikki bara verður eitt mál millum USA og Danmark.
Óvist hvat broytist í gomlu avtaluni
USA hevur longu víðfevndar hernaðarligar rættindi í Grønlandi sambært verjuavtaluni frá 1951.
Enn er ikki greitt, um nýggja avtalan broytir verjuavtaluna frá 1951, ella um talan verður um ein nýggjan karm omaná verandi avtalu.
Reuters-keldurnar siga eisini, at endaligu smálutirnir í nýggju avtaluni ikki eru fastlagdir, fyrr enn hon verður undirskrivað.
Tí verður tað fyrst, tá avtaluteksturin verður almannakunngjørdur, at til ber at staðfesta nágreiniliga, hvørjar heimildir USA fær í Grønlandi.
Kritikkur í Grønlandi
Í Grønlandi er samstundis komin kritikkur av, at so lítið er komið fram um avtaluna undan undirskrivingini.
Aki-Matilda Høegh-Dam úr Naleraq hevur funnist at, at avtalan verður undirskrivað, áðrenn ein størri politisk viðgerð hevur verið í Inatsisartut.
Siumut hevur eisini heitt á Naalakkersuisut um skjótast gjørligt at kunna bæði Inatsisartut og almenningin um innihaldið.
Erik Jensen úr Siumut hevur hinvegin lisið uppskotið til avtaluna og sigur, at hann kennir seg tryggan við innihaldið.
Avtalan tekur ikki endaliga gildi bara við undirskrivingini í New York. Sambært Statsministeriet skal hon aftaná ígjøgnum neyðugu parlamentariska viðgerðirnar í teimum einstøku londunum.