info
Ongi úrslit
Tá roynt varð at taka bátin upp, fór hann í tvey. Fyrrapartin í dag hevur norska løgreglan deilt myndir av bátinum, har fýra útlendsk ferðafólk eftir øllum at døma hava latið lív

Norska løgreglan deilir mynd: Báturin farin í tvey

í Noregi er vanligt at leiga bátar til fiskitúrar, og seinastu árini hava fleiri deyðsvanlukkur verið í hesum sambandi

Vilmund Jacobsen
21. september 2026 kl. 15:12

Tað var seinasta fríggjamorgun, at fýra útlendsk ferðafólk leigaðu sær ein bát í Averøy í Noregi og fóru út at fiska. Tey vóru partur av einum ferðalagi, sum taldi átta fólk.

Men, hesin dagurin gjørdist ein lagnudagur hjá teimum fýra. Tá tey ikki vóru komin til lands aftur um kvøldið, varð leiting sett í verk við bæði skipum og tyrlum.

Í myrkrinum um náttina varð báturin funnin, og tá varð eisini eitt av ferðafólkunum funnið sjólátið.

Báturin var holvdur og fullur í sjógvi. Tá roynt varð at taka hann upp, fór báturin í tvey. Fyrrapartin í dag hevur løgreglan deilt myndir av bátinum.

Í dag hevur verið umhugsað, um nýggj leiting skuldi setast í verk eftir teimum trimum, sum framvegis eru saknað, men nú verður ikki leitað eftir fólki á lívi.

Vit kunnu leggja aftrat, at í Noregi er vanligt at leiga bátar til fiskitúrar, og seinastu árini hava fleiri deyðsvanlukkur verið í hesum sambandi.

Mest lisið hesa vikuna

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Leiting eftir fýra fólkum í Noregi: Báturin funnin tómur

Í gjár kl. 22:26

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Ólógligt at taka pengar fyri at sleppa á Slættaratind

26 minuttir síðan
Tíðindi

Fordøma russiskum vali í hersettum ukrainskum økjum

1 tími síðan
Fótbóltur

Fýra stig til HB og fýra stig til AB

1 tími síðan
Tíðindi

Tann ógreinandi tilveran, tann stóra gloymskan og lendið í minninum

2 tímar síðan
Tíðindi

Nýggjur skúli kann nú gerast veruleiki í Vági

2 tímar síðan
Tíðindi

Venstre niður á 5,8 prosent í nýggjari veljarakanning

3 tímar síðan
Tíðindi

Serfrøðingur: Nógvir russar ynskja frið

3 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til EB/Streym og eitt stig til B68

3 tímar síðan
Tíðindi

Listafólk skulu prýða nýggja Sansagarðin á Setrinum

3 tímar síðan
Tíðindi

Vøggusangur í Argja kirkju

4 tímar síðan
Tíðindi

Google fær milli­arda­bót fyri stað­setingar­dátur

4 tímar síðan
Fótbóltur

AC Horsens tryggjaði sær javnleik í yvirtíðini

5 tímar síðan