info
Ongi úrslit

Lúka brotnaði – 19 minuttir seinni var Jökull sokkin

Vanlukkan, sum í gjár kostaði trimum sjómonnum lívið eystan fyri Ísland, minnir nógv um vanlukkuna við føroyska línuskipinum Kambi í februar 2024. Danska sjóskaðanevndin hevur áður ávarað um álvarsligar trygdarveikleikar við lúkum í skipssíðuni

John Johannessen
26. november 2026 kl. 18:04

Klokkan 17.05 í gjár boðaði skiparin á íslendska fiskiskipinum Jökull íslendsku sjóverjuni frá, at ein lúka afturi á skipinum var brotnað, og at leki var komin á skipið.

19 minuttir seinni var skipið sokkið.

Tað kemur fram í einum svari frá íslendsku sjóverjuni til íslendska kringvarpið, RÚV, seinnapartin í dag.

Sjóverjan bað beinanvegin manningina lata seg í bjargingarbúnar, og 12 minuttir eftir fyrsta neyðarkallið boðaði skiparin frá, at øll vóru komin í bjargingarbúna, og at manningin var í ferð við at fara av skipinum.

Manningin fekk ikki loyst annan bjargingarbátin, og hin var farin frá skipinum.

Klokkan 17.24 fekk høvuðsstøðin hjá íslendsku sjóverjuni um fylgisvein eitt sjálvvirkandi neyðarsignal frá IPIRB-um á Jökull, sum bendu á, at skipið var sokkið.

Ikki fyrr enn klokkan 21.30 vóru teir fyrstu fýra sjómenninir fingnir upp úr sjónum, og klokkan 22.54 vóru allir 17 komnir upp í bjargingartyrluna.

Tríggir teirra lótu lív.

Minnir um vanlukkuna við Kambi

Vanlukkan minnir nógv um hana, tá føroyska frystilínuskipið Kambur sakk 17 fjórðingar sunnan fyri Føroyar 6. februar í 2024.

Tá kom nógvur sjógvur inn gjøgnum boyulúkuna í bakborðssíðu, og manningin fekk ikki latið lúkuna aftur.

Trýstið frá sjónum í boyurúminum var so stórt, at manningin heldur ikki fekk latið hurðina inn til fabrikkina aftur. Sjógvurin breiddi seg í skipinum, sum fekk alsamt størri slagsíðu og at enda sakk.

14 mans vórðu bjargaðir, meðan tveir ongantíð komu afturíaftur.

Kendur trygdarveikleiki

Í skaðafrágreiðingini um Kamb, sum varð almannakunngjørd 28. apríl í fjør, vísir danska sjóskaðanevndin á ein álvarsligan trygdarveikleika við konstruktiónini á línuskipum við lúkum í skipssíðuni.

Nevndin vísir eisini á, at brek í lokumekanismunum á lúkum í skipssíðuni vóru atvoldin til, at norska línuskipið Fay sakk í 2019 og bretska línuskipið Argos Georgia sakk í 2024.

Lokað arbeiðsdekk við lúkum í skipssíðuni eru ætlað at bøta um arbeiðsumstøðurnar hjá manningini. Men konstruktiónin hevur samstundis við sær ein vanda fyri, at skipini kunnu missa stabilitetin, um sjógvur sleppur inn gjøgnum lúkunar.

Eftir vanlukkuna við Kambi fór Sjóvinnustýrið undir eitt serligt eftirlitsátak, har trygdarstøðan á 12 føroyskum línuskipum varð kannað. Eftirlitið fevndi millum annað um dragilúkur og vatntættleika.

Enn er ikki greitt, hví lúkan á Jökull brotnaði.

 

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Sjey fóru av fundi tá bý­ráð­ið skuldi taka støðu til gegn­ið hjá Bergi

10 minuttir síðan
Tíðindi

Samgongan í Tórs­havn­ar bý­ráð er skrædnað

19 minuttir síðan
Tíðindi

Vága kommuna samtykt fíggjarætlanina fyri 2027

44 minuttir síðan
Tíðindi

Mowi letur upp heimsins størstu smoltstøð

1 tími síðan
Tíðindi

Nes og Sjóvar kommu­na sam­starva um inte­gra­tións­sam­skipara

1 tími síðan
Tíðindi

Koblingsstøðin á Sandi er nú liðug

1 tími síðan
Minningarorð

Elin Súsanna Jacobsen farin 85 ára gomul

1 tími síðan
Tíðindi

Kanna hvussu vátlendi við Miðjarðarhavið kunnu verjast

2 tímar síðan
Tíðindi

20 menn úr Nólsoy fara til Dublin í kvøld

2 tímar síðan
Tíðindi

Tvær føroyskar kvinn­ur í gazellu­fyri­tøku við 589 prosent vøkstri

3 tímar síðan
Tíðindi

Eftir fimm mánaðir í Havn er Barði skjótt klárur aftur

3 tímar síðan
Tíðindi

Djóni tekur sæti á tingi fyri Bjørt Lind

4 tímar síðan