Elsa Berg, borgarstjóri í Havn:
»Býráðssamgongan í Tórshavnar kommuna hevur í dag endað samstarvið við Javnaðarflokkin.
Nógv góð og spennandi mál skulu avgreiðast restina av hesi setuni, og neyðugt er at kunna at brúka orkuna uppá hesi mál til gagns fyri kommunu og borgara.
Farið verður víðari við góðum treysti, borgarunum at frama.«