Minst 25 ferðafólkaflogfør í Evropa eru í dag rakt av bumbuhóttanum. Tað skrivar Reuters sambært Ritzau.
Hóttanirnar hava fingið fleiri flogfør at broyta kós, og hernaðarflogfør hava fylgt øðrum til lendingar.
Eitt Aer Lingus-flogfar á veg úr Dublin til Rom varð beint til hernaðarflogvøllin í Évreux í Fraklandi. Umborð vóru 151 ferðafólk og seks manningarlimir. Flogfarið lendi í øllum góðum.
Trý flogfør úr ávikavist Keypmannahavn, Madrid og London lendu í Bulgaria eftir hóttanir. Myndugleikarnir kannaðu flogførini uttan at finna nakað illgrunasamt.
Í Keypmannahavnar Floghavn vórðu løgregla og bumbuserfrøðingar eisini boðsend til tvey flogfør. Har varð heldur einki illgrunasamt funnið.
Hóttanir hava harumframt rakt flogfør til millum annað Rom, Wien, Prag og Warszawa.
Hósdag seinnapart vóru ongar fráboðanir um, at spreingievni var funnið í teimum raktu flogførunum.
Ritzau