info
Ongi úrslit

Burger King nr. 11.456 er í SMS

Tíðindaskriv

info
7. oktober 2002 kl. 13:08
Tá Burger King letur upp í SMS mikudagin, verður tað matarstað nummar 11.456 hjá Burger King, sum nú kann reypa av at hava matstøð í fleiri enn 60 londum

Mikudagin kl. 11.00 verður umfatandi umbyggingin í SMS endaliga liðug, tí tá letur Jan Christiansen, býráðsformaður, upp nýggja matarstaðið í SMS.
Nú vita flest øll tað. Og nógv teirra gleða seg til, at Burger King letur upp í SMS. Vit kunnu reypa av at verða Burger King matarstaðið nummar 11.456 í heiminum, og Burger King kann reypa av, at nú hava teir matarstøð í fleiri enn 60 londum. Men tað er ikki bara Burger King, ið verður í SMS. Á nýggja matarstaðnum verða umframt Burger King tvær aðrar matstovur, har viðskiftafólk kunnu hugna sær við einum bita afturvið: Sunset Boulevard og Perlan.
Hildið var, at Perlan hevði eina endurnýggjan fyri neyðini. Tí varð farið at kanna, hvat annars kundi verða eitt gott matarstað í SMS. Perlan hevði nógv ymiskt at bjóða, og ynskiligt var, at nýggja matarstaðið skuldi hava eins stórt úrval. Skundverðar er serliga tað, ið Burger King kann bjóða. Harumframt verður eisini Drive-through gluggi. Við hendan glugga ber til at keypa sær okkur til matna, uttan so mikið sum at noyðast úr bilinum.
Gluggin verður opin gerandisdagar frá klokkan 18.00-23.00, fríggjadag tó frá kl. 19.30-01.00, leygardagar frá klokkan 14.30-01.00 og sunnudagar frá klokkan 14.00-23.00.
Sunset Boulevard, ið er partur av danskari matstov-uketu, bjóðar mat við lítið av fiti í. Serliga er matar-staðið kent fyri sítt spennandi úrval av langabreyði. Perlan verður sum ein lítil partur av tí hon var.
Perlan var serliga kend fyri dagsins døgverða. Hvønn dag vóru nógv, ið leitaðu sær oman í SMS um miðdagsleitið at eta. Fyrstu vikuna, opið er aftur, verð-ur eingin døgverði at fáa, men longu næstu viku verða teir aftur á matarlepanum.
Harumframt vóru tað eisini pitsurnar og steakverðarnir, ið viðskiftafólki dámdi sera væl. Hetta verður eisini at fáa í nýggju Perluni. Og heldur ikki fólk, ið settust at njóta eitt rundstykki ella okkurt omaná við einum kaffimunni afturvið, verða vónsvikin.
Allar matstovurnar verða í sama høli, so samanumtikið verður umhvørvið størri, betri og ljósari enn gamla Perlan.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

15 tímar síðan

Tvey samdøgur á kjølinum

12. september kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Stór mótmælir um alt Týskland

12. september kl. 22:42

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Føroyingar arbeiða nógv longri

1 tími síðan
Tíðindi

Málið er at gera allar Føroyar rottufríar

2 tímar síðan
Hondbóltur

Jana skiftir til Nykøbing Falster komandi kappingarár

2 tímar síðan
Tíðindi

USA strikar útlátsmørk fyri orkuverk

2 tímar síðan
Tíðindi

ES útsetir freistina at leingja revsitiltøkini móti Russlandi

3 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Soleiðis vann Mattias føroyingauppgerðina

4 tímar síðan
Fótbóltur

Tveir HB-sigrar og ein javnleikur

5 tímar síðan
Tíðindi

Trump: Ukraina og Russland samd um ikki at leypa á orkuverk

5 tímar síðan
Tíðindi

Fernisering: At forma, skapa týdning og skilja samanhangir

5 tímar síðan
Tíðindi

Norska Stórtingið rakt av russiskum telduálopi

6 tímar síðan
Tíðindi

Hernaðarvenjing: Lion Protector í Vestmanna

6 tímar síðan
Fótbóltur

Sjey stig til AB og eitt stig til B68

7 tímar síðan