info
Ongi úrslit

Búskapur og trivnaður hanga saman

Hvussu kunnu Føroyar framtíðartryggja vælferðina, tá fólkasamansetingin broytist, starvsfólkatrotið veksur og vit síggja ójavnvág millum almennar inntøkur og útreiðslurnar? Á ráðstevnuni hjá MEGD í Norðurlandahúsinum 29. september varð sjóneykan sett á, hvussu vitan um trivnað og lívskor kann styrkja búskaparligar avgerðir og langtíðarraðfestingar

Nanný J. Toftegaard
5. oktober 2026 kl. 14:00

Á ráðstevnuni, Hvussu framtíðartryggja vit vælferðarsamfelagið? Sum MEGD skipaði fyri, vóru framløgur frá OECD, Finnlandi, Deloitte og Búskaparráðnum. Evnið var stýring víðari enn bruttotjóðarúrtøku, BTÚ, har vitan um trivnað, býtið av vælferð og framtíðarmøguleikar eisini telja við.

Ása Olsen um at brekrættindi fremja trivnað
MEGD skrivar, at Ása Olsen, forkvinna, legði dent á, at búskaparligur vøkstur ikki av sær sjálvum tryggjar øllum eitt betri lív. Við støði í brekrættindasáttmálanum vísti hon á tørvin á at gera rættindi til veruleika og raðfesta tvørtur um geirar, ár og ættarlið.

Ein sparing í dag kann elva til størri menniskjaligar og fíggjarligar kostnaðir seinni. Fólk, ið bera brek, og feløg teirra skulu takast virkið við í avgerðir og í fyrireikingar av átøkum. Lívsroyndir teirra eru týðandi vitan, og hagtøl skulu hjálpa at vísa, um rættindini verða veruleiki, og hvar forðingarnar eru ella fara at verða.

Romina Boarini um íløgur í trivnað
Romina Boarini, stjóri í OECD WISE, vísti á, at grundarlagið undir føroyskum vælstandi er breiðari enn fiskivinna, aling og útflutningur. Heilsa, útbúgving, álit og eitt sunt hav hava eisini stóran týdning og eiga at telja við í politiskum avgerðum.

Hon legði dent á avleiðingar tvørtur um málsøki og yvir longri tíð. Fyribyrging og rættstundis stuðul kunnu bøta um lívskorini og minka um framtíðar tørvin á dýrum tænastum. Betri vælferð og lægri útreiðslur fylgjast tó ikki altíð. Virðið má eisini metast eftir úrslitum og royndum hjá borgarum og starvsfólki.

Merita Mesiäislehto um finskar royndir
Merita Mesiäislehto, granskingarleiðari hjá finska vælferðar- og heilsustovninum THL, greiddi frá, hvussu Finnland knýtir vitan um trivnað at fíggjarætlanum og tillagar verandi almennan bygnað. Ein royndarverkætlan kannar sambandið millum játtanir og tey ellivu trivnaðarøkini hjá OECD.

Hon nevndi fyribyrgjandi dagtilboð til eldri, sum kunnu styrkja førleikar og felagsskap, stuðla fólki í at búgva heima og útseta tørvin á meira víðfevndum tænastum. Avbjóðingin er at fáa hagtøl og avleiðingarmetingar at ávirka raðfestingar í verki og tryggja, at arbeiðið heldur fram tvørtur um valskeið.

Majbritt Skov um virðið av sosialum átøkum
Majbritt Skov, partnari og leiðari fyri Deloitte Economics, greiddi frá, hvussu búskaparligar metingar kunnu fevna um sosial og umhvørvislig virði. Fyrst má greiða fáast á, hvussu eitt átak væntast at virka. Síðan kunnu hóskandi mát veljast fyri úrslitini.

Við arbeiðsluttøku hjá fólki við breki sum dømi vísti hon á týdningin av tillagaðum stuðli og at beina forðingar hjá arbeiðsgevarum og í skipanunum burtur. Úrslit kunnu metast eftir trivnaði, lívsgóðsku og møguleikanum at varðveita arbeiðið. Eitt mett samfelagsligt virði er tó ikki tað sama sum tøkir pengar á eini fíggjarætlan.

Johnny í Grótinum um føroysku avbjóðingina
Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, vísti á, at BTÚ, vælferð og fíggjarpolitiskt haldføri lýsa ymisk viðurskifti. Haldførisgreiningin vísir tørv á broytingum, men framtíðarmyndin kann ávirkast av okkara avgerðum.

Inntøkur og útreiðslur mugu hanga saman yvir tíð. Loysnirnar mugu eisini metast eftir lívsgóðsku og býtinum av byrðum og ágóðum. Hetta lærdu føroyingar upp á tann harða mátan undir kreppuni í 1990’unum, vísti hann á.

Hann legði fram eitt boð upp á eitt føroyskt yvirlit við vitan um búskap, býti, vælferð og framtíðar tilfeingi. Miðaltøl kunnu fjala munir millum fólk og ættarlið. Betri heilsa og góðir bústaðar- og lestrarmøguleikar kunnu hava týdning fyri bæði fólk og búskap.

Haldføri krevur samstarv við feløgini

Í pallborðinum søgdu bæði landsstýriskvinnan í almanna- og bústaðarmálum, og landsstýrismaðurin í mentamálum, og umboð fyri trivnaðarnevndina í tinginum, at tey ynskja at raðfesta vælferðarbúskap og stýring víðari enn BTÚ, eisini við betri hagtølum sum grundarlagi undir avgerðum.

Landsstýrismaðurin í mentamálum nevndi barnalógina sum dømi um at raðfesta fyribyrging og rættstundis hjálp til børn. Slík átøk eiga at síggjast sum íløgur í bæði børnini og samfelagið í framtíðini. Hetta samsvarar við nýggju OECD-frágreiðingina Spending Better for Children through Social Policy, ið lýsir, hvussu væl skipaður stuðul til børn kann bøta um trivnað og styrkja fíggjarligt haldføri yvir longri tíð.

Landsstýriskvinnan í almannamálum boðaði frá, at hon ætlar at gera eina langtíðarætlan fyri bygging av bústøðum til fólk við breki. Um hetta verður gjørt rætt kann hetta átak stuðla fólki, ið bera brek, at fáa eitt sjálvstøðugt lív, og eigur at síggjast sum ein íløga í vælferðina. Góðir karmar, grannalag og samfelagsluttøka kunnu styrkja trivnaðin bæði fyri borgarar og starvsfólk. Enn mangla vit at lýsa í hvønn mun størri bústaðareindir veruliga minka um samlaðu almennu  útreiðslurnar. Her eiga feløgini hjá fólki, ið bera brek, at verða tikin við í fyrireikingar og hoyringar.

Búskapur og trivnaður hanga saman

MEGD fegnast um eina væleydnaða ráðstevnu við viðkomandi framløgum, ið kunnu síggjast í leinkjuni niðanfyri. Bæði í framløgunum, setanarrøðuni hjá løgmanni og pallborðskjakinum við landsstýrisfólkum og umboði úr løgtinginum kom greitt fram at tað hevur alstóran týdning at taka atlit til trivnað tá vit sum samfelag arbeiða við at tryggja búskaparligt haldføri.

Í hesum høpi hava feløgini hjá fólki, ið bera brek, ein týðandi leiklut at lýsa hvussu lógir, politikkir og átøk kunnu betra um lív teirra og hvørjar avleiðingar kunnu standast í gerandisdegnum. Lívsroyndir teirra at liva við - ella uttan - ymiskar samfelagsskipanir kunnu greinast nærri m.a. í mun til almennar inntøkur og útreiðslur.

Í hesum høpi kann barnalógin gerast ein fyrimynd. Ein OECD-kanning frá 2022 metti árliga samfelagskostnaðin av sosialum og búskaparligum vansum í barnaárunum til í miðal 3,4 prosent av BTÚ í 27 evropeiskum londum. Talið fevnir um kostnað av minni arbeiðsluttøku, lægri inntøkum og verri heilsu og trivnaði. Tað lýsir kostnaðin av vansunum, men er ikki í sær sjálvum ein staðfesting av búskaparvøkstri.

Somuleiðis eiga vit at síggja langtíðar ætlanirnar m.a. at byggja bústaðir til fólk við breki sum íløgur, ið kunnu betra um trivnað, rættindi og sjálvstøðugt lív hjá borgarum. Tó manglar enn týðandi vitan um hvussu størri bústaðareindir í sær sjálvum veruliga kunnu betra um trivnaðin hjá starvsfólki og borgarum, og um hetta fer at merkja sparingar ella øktar útreiðslur. Her krevst ein samlað meting tvørtur um geirar, m.a. í mun til heilsu, trivnað, arbeiði, samfelagsluttøku og annað.

Ása Olsen endaði við at staðfesta, at MEGD og tey 24 limafeløgini eru til reiðar at luttaka í fyrireikingum, samráði og veita ráð við støði í egnum lívsroyndum, tá viðkomandi politikkur og lóggáva verða ment.

Sí upptøkuna frá ráðstevnuni: https://www.youtube.com/live/Erb8O5guREA 


Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Venstre hongur fast undir seks prosentum

14 minuttir síðan
Tíðindi

12 amerikansk bumbuflogfør farin úr Bretlandi

35 minuttir síðan
Tíðindi

Rinda før­oy­ing­ar ov nógv í av­gjøldum?

42 minuttir síðan
Tíðindi

Dupultkonsert við Lyon Hansen og donskum indie-rokki

47 minuttir síðan
Lýsingagrein

Nýggj Dimmalætting við 72 síðum av tilfari

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá venjing­ar­hølini hvørva, so hvørv­ur tónl­eik­ur­in eisini

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur tollari og meira SSP móti rúsevnum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur dagstovnur skal hava navn og búmerki

1 tími síðan
Tíðindi

Arbeiðið upp á nýggju kirkjuna á Argjum er byrjað

2 tímar síðan
Tíðindi

Pauli Poulsen nummar átta í EM – við kós móti HM 2027

2 tímar síðan
Fótbóltur

U21: Dómarin hevur áður verið partur av dómarakvartett á Tórsvølli

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit innflyta arbeiðsloysi

2 tímar síðan