Kanningin kemur beint undan setanini av nýggja fólkatingsárinum í morgin.
Fyri einum ári síðani hevði Venstre 9,5 prosent í Voxmeter, men fyri hálvum øðrum mánaði síðani var flokkurin aftur komin niður um seks prosent.
Lága undirtøkan kemur í kjalarvørrinum á innanhýsis ósemjuni um donsku taðingarlógina, sum snýr seg um kvotur fyri køvievnisútlát frá landbúnaðinum.
Fimm av teimum 18 fólkatingslimunum hjá Venstre atkvøddu ímóti flokslinjuni, tá lógin varð samtykt.
Millum teirra var formaðurin í Fólkatinginum, Søren Gade. Seinni er eisini komið fram, at hann hevur stevnt vinnulívsmanninum Jakob Klink fyri ærameiðing eftir eitt uppslag á Facebook. Jakob Klink er giftur við Venstre-fólkatingskvinnuni Trine Jepsen, sum hevði funnist at Søren Gade fyri tað, hon kallaði illoyalan atburð.
Í síðstu viku tók Anni Matthiesen, sum eisini atkvøddi ímóti taðingarlógini, seg úr starvinum sum bólkaskrivari og harvið eisini úr bólkaleiðsluni hjá Venstre.
Bara fjórðstørsti flokkur í bláa blokkinum
Venstre fekk 10,1 prosent við fólkatingsvalið 24. mars, sum var ringasta valúrslitið í søgu floksins.
Í nýggju Voxmeter-kanningini er flokkurin bara fjórðstørstur í bláa blokkinum.
Dansk Folkeparti stendur til 13,9 prosent. Socialdemokratiet fær 21,0 prosent og er størsti flokkurin í kanningini.
Alternativet er fyri fyrstu ferð í fimm mánaðir undir sperrumarkinum við 1,8 prosentum, meðan Borgernes Parti stendur til 0,2 prosent.
Kanningin byggir á telefon- og net-samrøður við 1.007 umboðandi útvald fólk yvir 18 ár og varð gjørd frá 28. september til 4. oktober. Tað er statistisk óvissa knýtt at tølunum.