Sersambandið fyri súkkling og triathlon:
Føroyski súkklarin var um vikuskiftið til Tre Valli Varesine í norðuritalska býnum Varese. Í tíðarsúkklingini leygardagin kom hann á mál við tíðini 29 minuttir og 48,77 sekund. Miðalferðin var 44,28 kilometrar um tíman.
Pauli greiðir frá, at partur av teininum var eitt sindur tekniskur, men at talan annars var um ein góðan tein til tíðarsúkkling. Mótstøðan var sterk, og millum luttakararnar vóru eisini súkklarar, sum høvdu kappast í HM í Gran Fondo fyrr í ár.
Eitt av málunum hjá Paula hevur verið at kvalifisera seg til HM í tíðarsúkkling í Gran Fondo í 2027. Við úrslitinum í Varese rakk hann hesum málinum. Heimsmeistarakappingin verður í Haute-Savoie í Fraklandi í august næsta ár.
-
©
Sunnudagin stillaði Pauli upp í langteinskappingini. Eisini har eydnaðist honum at súkkla seg til eitt úrslit, sum sambært fyribils kvalifikatiónslistanum hjá fyriskiparunum gevur atgongd til HM. Hann hevur sostatt útlit til at kunna luttaka í báðum kappingargreinunum í Fraklandi næsta ár.
Pauli er væl nøgdur við báðar kappingarnar. Úrslitini eru ikki minni hugalig, tá ið hugsað verður um, at hann var óheppin og datt á einum venjingartúri vikuna undan kappingini.