»Leingi er tað, ið væl skal vera« kunnu argjafólk siga í morgun, nú tey umsíður eru farin undir at byggja nýggju kirkjuna á Argjum. Maskinur frá Kanjon hava í morgun sett grabban í, og nú verður grivið út fyri nýggju kirkjuni. Hátíðarhald var á Argjum næstsíðsta leygardagin 19. september, tá Rigmor Andreassen, Henning Mortensen og Vilhelmina Johansen loystu fyrstu fløgini við haka, sum var gjørdur til endamálið. Tey eru millum elstu fólk á Argjum og hava øll sitið í kirkjuráðnum.

Men tað hevur verið ein tungur burður, arbeiðið við nýggju kirkjuni. Stór mótstøða hevur verið og ein fylking av fólki, sum vilja varðveita fríøkið við Sandá, hava mótmælt harðliga. Málið er langstíðani samtykt í Tóshavnar býráð, men tað hevur verið uppi aftur og vent nakrar ferðir – men er kortini samtykt.
Lesið eisini: – Býráðið segði: Byggið eina kirkju her
Nýggja kirkjan er mett at fara at kosta 84 milliónir krónur, og eftir ætlan skal hon standa liðug á sumri í 2028. Byggitíðin er mett til umleið 22 mánaðir.
Myndir: Fyrsta flagið loyst fyri nýggjari kirkju á Argjum
Fíggingin verður býtt millum kirkjuráðið, landið og Fólkakirkjuna, sum gjalda hvør sín triðing. Ein partur av eginfíggingini hjá kirkjuráðnum kemur frá søluni av verandi Argja kirkju. Hon er seld Kvinnuhúsinum, sum eftir ætlan yvirtekur bygningin 1. januar 2028.
