info
Ongi úrslit

Tá venjing­ar­hølini hvørva, so hvørv­ur tónl­eik­ur­in eisini

Sjálvt The Beatles byrjaðu ikki á Wembley. Nei, teir byrjaðu í venjingarhølinum. Og tað sama er galdandi fyri føroyskan tónleik.

Hergeir Staksberg
5. oktober 2026 kl. 12:51

Áðrenn konsertina, festivalin og útgávuna liggja ofta hundraðtals tímar av arbeiði. Løg skulu skrivast, avprøvast og venjast.

Hetta fer vanliga fram í einum venjingarhøli. Og hóast tað kallast venjingarhøli, so er tað í veruleikanum eitt arbeiðshøli.

Rithøvundurin hevur skriviborðið. Hondverkarin hevur verkstaðið. Ítróttarfólkið hevur vøllin og høllina.

Tónleikarar hava venjingarhølið.

VIT HAVA PALLARNAR, MEN MANGLA LIÐIÐ ÁÐRENN PALLIN

Føroyar hava eitt sterkt og blómandi tónleikalív. Vit hava festivalar, konsertstøð, musikkskúlar, fyriskiparar og tónleikarar, sum hava gjørt vart við seg á heimspallinum.

Men tað stendur heilt illa til við tí mest grundleggjandi liðinum í ketuni. Og tað er venjingarhølið. Arbeiðshølið har tónleikurin fær lív.

Hetta er serliga galdandi fyri bólkar, sum ikki eru knýttir at einum skúla ella stovni. Og serliga hjá bólkum við trummum, bassi, gittara og sangi. Hetta er ein samanseting sum krevur eitt høli til endamálið.

Og nú Sement er farið í gongd aftur, er evnið eisini komið fram heilt natúrliga.

Knút Háberg Eysturstein nevndi týdningin av venjingarhølum og vísti á, at havnarbólkar fyrr eru endaðir í Tøting í Gøtu fyri at venja.

Seinni søgdu limirnir í finalubólkinum Eimyrja eisini, at umstøðurnar gera tað trupult hjá teimum at venja.

Og tað er tað, sum er essensurin, tí tað nyttar lítið at hava hug, talent og ambitiónir, um tú ikki hevur eitt fast arbeiðshøli, har tú kann fara til arbeiðis.

Sum fyriskipari av Sement síggi eg ár eftir ár nýggjar bólkar koma fram. Summir hava góð løg, orku og nógv upp á hjarta. Men eitt ár seinni er ein stórur meiriluti vekk.

Orsøkirnar kunnu vera nógvar. Men tey, sum hava eitt stað at venja og eitt umhvørvi rundan um seg, hava nógv betri møguleika at halda fram.

Talent er ikki nokk. Tað krevur tíð, arbeiði og karmar.

VIT VITA, HVAT GÓÐIR KARMAR KUNNU SKAPA

Føroysk tónleikasøga hevur longu givið okkum nógv góð dømi.

Janus Rasmussen, Sakaris, Makrel, Steso, Hús, Hamferð, Sic, 200, Jens Marni Hansen, Signar í Homrum, Uni Debess og fleiri onnur hava røtur venjingarhølunum, sum vóru í Margarinfabrikkini. Eivør, Clickhaze, Orka, Høgni Lisberg, Gestir og stava frá Losjuni í Gøtu, har tónleikurin fekk pláss at vaksa.

Ímynda tær føroyska tónleikapallin, uttan hesi nøvnini.

Og hetta er ikki nakað nýtt. Longu í 2004 varð skrivað um stóra eftirspurningin eftir venjingarhølum á Margarinfabrikkini. Tónleikarar spurdu eftir hølum, men svarið var aftur og aftur, at har var er fult.

Tørvurin er altso ikki nýggjur. Og í dag eru venjingarhølini á Margarinfabrikkini ikki tøk hjá almenninginum meir, og har er ongantíð komið nakað ístaðin.

DANMARK VÍSIR, HVAT KANN HENDA

Í Danmark eru venjingarhøli eisini blivin ein mangulvøra fleiri staðni. Og kulturministarin kallar væntandi venjingarhølini fyri eina regulera krisu.

Í Keypmannahavn eru langir bíðilistar, samstundis sum verandi venjingarhøli eru hótt av afturlating. Kommunan hevur sjálv víst á, at tað verður alsamt truplari hjá tónleikarum at finna pláss.

Og vit eiga ikki at bíða, til vit sjálvi standa í somu støðu. Tí tá venjingarhølini fyrst eru horvin, er tað ikki bara eitt høli sum fer. Tað er ein partur av grundarlagnum undir tónleikalívinum sum fer við í fallinum.

LOYSNIN NÝTIST IKKI AT VERA DÝR

Eitt venjingarhøli skal ikki vera eitt fimmstjørnað hotell. Tað skal bara virka.

Fýra veggir, streymur, nøkurlunda ljóðviðurskifti, ljós, ves og møguleiki at hava útgerðina standandi. Og eitt høli kann saktans brúkast av fleiri bólkum. Ongin orsøk at gera eitt høli til hvønn bólk.

Vit pjøvast heldur ikki at byggja nýtt allastaðni. Vit eiga longu fólkaskúlar, miðnámsskúlar, musikkskúlar og aðrar almennar bygningar, sum standa lítið brúktir stórar partar av kvøldinum og vikuskiftinum.

Tí skulu vit ikki bara spyrja, hvussu nógv nýggj hølir kosta, men eisini hvussu vit brúka tað, vit longu hava, meir effektivt.

Og so hava vit eisini Bacalao.

Bacalao er longu eitt stað, har gamalt vinnuvirksemi og nýtt virksemi møtist. Har eru millum annað skate- og klintrihøll, og ætlanir hava eisini verið um streetfood.

Hví ikki eisini hugsa tónleikin inn í ta menningina?

Venjingarhølir, vinna, matur, mentan, alternativur ítróttur og annað skapandi virksemi kunnu væl liva undir sama taki.

Í Íslandi hava tey gjørt nakað líknandi.

Í Stöðvarfjörður er ein gomul 2.800 fermetrar fiskavirksmiðja gjørd til Fish Factory Creative Centre við millum annað upptøkuhøli, venjing, konsertum og øðrum skapandi virksemi.

Á Granda í Reykjavík hevur TÞM samstundis umleið 1.200 fermetrar av venjingarhølum, har fleiri bólkar deila høli.

Tankin er simpul:

Tá gamalt virksemi flytur út, kann nýtt virksemi flyta inn.

TÓNLEIKUR ER EISINI EIN VINNA

Tónleikur verður ofta settur í sama kassa sum mentan og frítíð. Men professionellur tónleikur er eisini vinna.

Tónleikur er eisini aarbeiðsskapandi, sum skapar eina rúgvu av avleiddum virksemi. Útleigarin av venjingarhølinum, veitarin av ljóð- og ljósútgerð, barrvirksemið, bryggjaríini, konsertstøðini, fesrivalarnir, gistingarhúsini, møblasølurnar, matstøðini, taxabilarnir, matvøruhandlar og heilsølurnar, og ein rúgva afturat

Men ein útgáva, ein konsertferð ella ein altjóða yrkisleið byrjar ikki á pallinum. Arbeiðið er gjørt áðrenn. Tónleikarin skal fyrst skriva, venja, fyrireikar og fyrireika sítt tilfar. Og venjingarhølið er ein vesentligur partur av tí arbeiðinum.

Og tøl úr okkara grannalondum seta hetta í perspektiv.

Í Danmark høvdu mentanarligu og skapandi vinnurnar í 2024 eina beinleiðis virðisøking á 142,3 milliardir danskar krónur. Samanborið við Landbúnaðin, skógarbrúk og fiskivinnu høvdu tey sama ár samanlagr umleið 31 milliardir.

Mentanarligu og skapandi vinnurnar høvdu sostatt meira enn fýra ferðir so stóra virðisøking sum hesar tríggjar vinnurnar samanlagt.

Í Íslandi er frágreiðing gjørd fyri íslendska mentanar- og vinnumálaráðið sum sigur, at fyri hvørja almenna krónu, sum verður sett í mentan og skapandi vinnur, verða umleið tríggjar krónur skaptar í búskapinum.

Tað merkir ikki, at landskassin fær tríggjar krónur beinleiðis aftur. Men tað vísir, at ein íløga í mentan kann seta annað búskaparligt virksemi í gongd.

Tí eigur eitt venjingarhøli ikki bara at síggjast sum ein útreiðsla til onkran, sum dámar at spæla tónleik.

Tað er eisini ein íløga í førleikar, arbeiðspláss og vinnu.

VIT VITA IKKI, HVØR TANN NÆSTI VERÐUR

Vit vita ikki, hvør verður tann næsta Eivør, Marius Ziska, Sissal, Teitur, RSP ella Kári P.

Men tað er heldur ikki neyðugt.

Vit byggja heldur ikki hondbóltshallir, tí vit longu, hvør verður landsliðsleikari um 15 ár. Vit byggja tær, tí uttan hallirnar fær eingin møguleikan at blíva landsliðsleikari.

Sama hugsan eigur at galda fyri tónleik.

Hetta snýr seg eisini um, hvat slag av landi vit vilja hava.

Føroyar skulu sjálvandi hava arbeiðspláss, bústaðir og útbúgvingarmøguleikar. Men vit skulu eisini hava eitt samfelag, sum fólk hava hug at búgva í og flyta heim aftur til.

Hagstovan hevur fylgt føroyskum árgangum frá tí tey vóru 18 ár, og niðurstøðan er, at vit missa uml. 20% av hvørjum árgangi. 

Mentan, tónleikur, felagsskapur og møguleikin at skapa nakað sjálvur eru eisini ein partur av orsøkini.

EITT UPPSKOT

Tí hevði tað givið góða meining at fingið eina landsumfatandi loysn.

Fyrsta stigið kundi verið at fingi yvirlit yvir venjingarhølini kring landið, hvar tørvurin er størstur, og hvørjir almennir bygningar kunnu brúkast betur eftir skúlatíð.

Vit kunnu gera góð venjingarhølir, sum tveir bólkar kunnu deila, har vit síggja ein tørv.

Og vit eiga at tora at hyggja at støðum sum Bacalao og spyrja, um gomul vinnuhøli kunnu gerast arbeiðsrúm hjá nýggjum vinnum og nýggjum ættarliðum.

Tað pjøvist hvørki at vera stórt ella flott. Men tað skal vera har.

Vit skulu ikki bara hava pallar til føroyskan tónleik. Vit skulu eisini hava staðið, har alt byrjar.

Vinarliga

Hergeir Staksberg

Tónleikari og mentanarsamskipari

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Lýsingagrein

Nýggj Dimmalætting við 72 síðum av tilfari

17 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjur tollari og meira SSP móti rúsevnum

29 minuttir síðan
Tíðindi

Nýggjur dagstovnur skal hava navn og búmerki

53 minuttir síðan
Tíðindi

Arbeiðið upp á nýggju kirkjuna á Argjum er byrjað

1 tími síðan
Tíðindi

Pauli Poulsen nummar átta í EM – við kós móti HM 2027

1 tími síðan
Fótbóltur

U21: Dómarin hevur áður verið partur av dómarakvartett á Tórsvølli

1 tími síðan
Lesarabrøv

Vit innflyta arbeiðsloysi

1 tími síðan
Tíðindi

Høvuðsgøta í Havn stongd í meira enn seks vikur

1 tími síðan
Tíðindi

Familjudagur til frama fyri Krabbameinsfelagið

2 tímar síðan
Tíðindi

Nú er at binda ella fáa alt leyst undir tak

2 tímar síðan
Lýsingagrein

Eitt gott høvi at kanna sær eyguni hjá EuroEyes í Klaksvík og í Havn

3 tímar síðan
Tíðindi

Sánchez skrivar ú val eftir ó­sig­ur um bú­stað­a­poli­tikkin

3 tímar síðan