USA hevur nú tikið øll síni B-1 bumbuflogfør av hernaðarstøðini, RAF Fairford, sum liggur uttanfyri London. Orsøkin er - sæð við amerikanskum eygum - ótryggleikin á støðini.
Flogførini eru farin av støðini í samband við eina hending fyri einari viku síðan, har bretska løgreglan fekk eina fráboðan um trý illgrunasom akfør, sum høvdu kós móti herstøðini.
Bretska løgreglan upplýsti tá, at tey høvdu illgruna um eina ætlan um eitt møguligt yvirgangsálop á RAF Fairford.
Bretski forsætisráðharrin, Andy Burnham, segði seinni við BBC, at sterkar ábendingar vóru um, at Iran hevði ein leiklut í sambandi við hendingina nærindis flogstøðini.
Men, hesum hevur Iran víst aftur.
Eftir útmeldingina hjá bretska forsætisráðharranum, kallaði Iran bretska sendifólkið til samrøðu.
Í sambandi við hendingina nærindis RAF Fairford vórðu fimm fólk handtikin, men tey vórðu øll leyslatin dagin eftir, tó at tey framvegis verða kannað, segði bretska løgreglan.
Seinni er eisini ein bretskur/ iranskur ríkisborgari handtikin í málinum.
Bretska løgreglan hevur ikki sagt nógv um hendingina, men tað er komið fram, at ongar bumbur vórðu funnar í akførunum, sum nærkaðust RAF Fairford, men løgreglan legði hald á stórar nøgdir av bensini.
Sagt verður, at umleið 12 amerikansk B-1 bumbuflogfør vóru á støðini í Bretland, og Reuters veit nú at sita, at tey eru øll farin úr Bretlandi.
Útlendskir miðlar vita at siga, at amerikansku bumbuflogførini hava verið brúkt í samband við amerikansk álop á Iran.
Ein kelda í amerikanska verjumálaráðnum, sum ikki vil vera navngivin, sigur við Reuters, at øll amerikansku bumbuflogførini nú eru aftur í USA.
- Vit kunnu nú vátta, at øll amerikansku B-1 bumbuflogførini, sum høvdu støð á RAF Fairford nærindis London, nú eru aftur á sínum støðum í USA, sigur keldan við Reuters.
Hetta skrivar Ritzau í dag.