Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður, hevur sett landsstýrismanninum í fíggjarmálum ein skrivligan fyrispurning um avgjaldsbyrðuna í Føroyum.
Hann biður millum annað Aksel V. Johannesen leggja fram, hvussu inntøkurnar hjá landskassanum hava býtt seg á meirvirðisgjald, toll, punktgjøld og onnur avgjøld síðani 1993.
Hann spyr eisini, hvussu gongdin hevur verið seinastu árini, og um landsstýrismaðurin ætlar at lækka ella heilt strika nøkur tollgjøld, punktgjøld ella onnur avgjøld í føroysku skatta- og avgjaldslóggávuni.
Frá mvg til fleiri avgjøld
Í viðmerkingunum vísir Bjarni Kárason Petersen á, at meirvirðisgjaldslógin kom í gildi 1. januar 1993 í kjalarvørrinum á nýggjari handilsavtalu við ES.
Tá vórðu fleiri punktgjøld samstundis tikin av.
Síðani eru tó bæði fleiri undantøk komin í meirvirðisgjaldslógina og fleiri punktgjøld og onnur avgjøld løgd afturat, vísir hann á.
Sambært Bjarna Kárason Petersen verða summi av hesum gjøldum grundgivin við, at tey skulu hava ein uppalandi virknað, meðan onnur eisini skulu útvega landskassanum fleiri inntøkur.
Hann vísir tí á, at støðan er broytt frá, at meirvirðisgjaldið lutvíst skuldi avloysa onnur avgjøld, til at føroysku húsarhaldini í dag rinda bæði meirvirðisgjald og fleiri onnur gjøld.
Kann gera vørur og tænastur dýrari
Bjarni Kárason Petersen heldur eisini, at ein skipan við bæði undantøkum frá meirvirðisgjaldi og fleiri ymiskum punktgjøldum og avgjøldum kann gera umsitingina tyngri og dýrari hjá vinnuni.
Og tann kostnaðurin kann enda hjá brúkaranum, heldur hann.
Tí vil hann hava eitt yvirlit yvir, hvussu føroyski skatta- og avgjaldspolitikkurin ávirkar prísstøðið hjá brúkarum, og hvat skipanin merkir fyri gjøgnumskygni hjá brúkarum og umsitingina hjá vinnuni.
Fyrispurningurin varð settur 1. oktober. Bjarni Kárason Petersen hevur áður nýtt §52a-fyrispurningar til at fáa skrivlig svar frá landsstýrisfólkum.