info
Ongi úrslit

Dupultkonsert við Lyon Hansen og donskum indie-rokki

The Mukherjee Development og Lyon Hansen fara á pall saman í Norðurlandahúsinum 10. oktober kl. 20.00 at spæla fólkatónleik, rokk, blues og indie. Tveir sera ymiskir tónleikaheimar koma saman í sangum um samleika, longsul, sorg og tað, ið knýtir okkum saman.

Eirikur Lindenskov
5. oktober 2026 kl. 13:21

The Mukherjee Development hava spælt omanfyri 200 konsertir, og hava við hesum veruliga staðfest seg sum ein framúrskarandi góður konsertbólkur á danska tónleikapallinum. Forsangarin, Oscar Mukherjee, hevur danskar, amerikanskar og indiskar røtur, og tónleikurin, bólkurin spælir, snýr seg um samleika, vinalag og longsul.

Tónleikurin er ein blandingur av poetiskum fólkatónleiki, dragandi guittararokki og stórbærum filmiskum hæddum. Sangirnir á nýggjastu útgávuni Square Up On A Curve frá 2025 hava limirnir í bólkinum í høvuðsheitum skrivað saman. Úr hesum er sprottið eitt felags ljóð, ið er samansett av ymiskum tónleikaúttrykkum. Bólkurin hevur fingið gott ummæli í GAFFA og hevur veruliga staðfest sína styrki sum konsertorkestur við sínum omanfyri 200 konsertum.

Lyon Hansen hevur í mong ár verið ein serstøk rødd á føroyska tónleikapallinum. Tónleikur hansara flytir meg millum inniligan fólkatónleik, harðan elektro-blues og vælsvingandi country. Á útgávuni Skull-sized Kingdom sameinist tað stilla og tað ráa í sangum um sorg og gleði, óró og ró.

Fleiri av sangunum á útgávuni – millum annað Summar Nætur, Leið 400 og Kom Heim Við Mær – kenna tey flestu longu. Nú fara Lyon Hansen og The Mukherjee Development saman á pall við danskari og føroyskari sangskriving lið um lið.

Atgongumerki kunnu keypast á nlh.fo

Mest lisið hesa vikuna

Bilførarin: Ræðulig sjón at síggja bilin fara á rull

2. oktober kl. 09:36

Lýsandi bilur á Sandsvatni í kvøld

30. september kl. 23:37

Eg taki ábyrgd – men hvar hevur borgarstjórin verið?

29. september kl. 14:18

Løgmaður hevur sett Bárð á Steig Nielsen upp á pláss

Í gjár kl. 19:18

Nýggi terminalurin hjá Smyril Line

29. september kl. 14:10

Alt ov dýrt at koyra gjøgnum Eysturoyar­tunnilin

28. september kl. 17:30

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Venstre hongur fast undir seks prosentum

3 minuttir síðan
Tíðindi

12 amerikansk bumbuflogfør farin úr Bretlandi

24 minuttir síðan
Tíðindi

Rinda før­oy­ing­ar ov nógv í av­gjøldum?

31 minuttir síðan
Lýsingagrein

Nýggj Dimmalætting við 72 síðum av tilfari

1 tími síðan
Lesarabrøv

Tá venjing­ar­hølini hvørva, so hvørv­ur tónl­eik­ur­in eisini

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur tollari og meira SSP móti rúsevnum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýggjur dagstovnur skal hava navn og búmerki

1 tími síðan
Tíðindi

Arbeiðið upp á nýggju kirkjuna á Argjum er byrjað

2 tímar síðan
Tíðindi

Pauli Poulsen nummar átta í EM – við kós móti HM 2027

2 tímar síðan
Fótbóltur

U21: Dómarin hevur áður verið partur av dómarakvartett á Tórsvølli

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Vit innflyta arbeiðsloysi

2 tímar síðan
Tíðindi

Høvuðsgøta í Havn stongd í meira enn seks vikur

2 tímar síðan