Fyrrverandi brasilski landsliðsliðskiparin, Carlos Alberto, andaðist í dag.
Carlos Alberto fekk brádliga ein blóðpropp í hjarta, og doyði beinavegin, skriva brasilskir miðlar.
72 ára gamli Carlos Alberto arbeiddi fram til fyri tveimum døgum síðani sum fótbóltsviðmerkjari á brasilsku sjónvarpsstøðuni, Sport TV.
Carlos Alberto var í 1970 ein týðandi partur av brasilska landsliðnum, sum vann HM í Meksiko. Tá spældi hann á liðið saman við Péle, Rivelino, Gerson og øðrum góðum monnum, og verður tað liðið mett sum eitt tað sterkasta landsliðið sum nakrantíð hevur spælt.
Carlos Alberto spældi ongantíð í evropeiskum fótbólti sum klubb-leikari. Hann spældi nógv ár við Santos og Fluminese, har hann var við til at vinna meistaraheitið við báðum feløgunum.
Aftaná fótbóltskarrieruna hevur hann eisini roynt seg sum venjari, har hann millum annað hevur vant Corinthians, Botafoto, Flamengo, umframt at hann hevur verið landsliðsvenjari hjá Oman og Aserbadjan.
Allur heimurin hevur víst Carlos Alberto samkenslu í dag. Millum annað hevur týska legendan, Franz Beckenbauer, skriva á Twitter, at hann og konan, Heidi, eru skelkaði um deyðsboðini av Carlos Alberto. Franz Beckenbauer skrivar at Carlos Alberto var sum ein beiggi fyri hann, og var ein av hansara nærmastu vinmonnum.
Carlos Alberto deyður Carlos Alberto deyður
Legendarisk HM-hetja hjá Brasil andaðist brádliga í dag
info
André Olsen
25. oktober 2016 kl. 21:00
Mest lisið hesa vikuna
Beinir og Helena í føroyskum klæðum til galla hjá kongi
19. oktober kl. 21:59
Flogruta steðgað: Hotell í Grønlandi stongt og øll starvsfólk uppsøgd
19. oktober kl. 21:45
Heðin Mortensen vísir tatoveringarnar
19 tímar síðan
Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk
22. oktober kl. 12:18
Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu
21. oktober kl. 16:21
Fimm mans handtiknir fyri varðveitslu og deiling av myndum
20. oktober kl. 12:55
Fleiri tíðindi
Fótbóltur
KÍ er aftur í 1. deild
12 minuttir síðan
Tíðindi
Í nátt skulu vit seta klokkuna aftur
44 minuttir síðan
Tíðindi
Magni Højgaard spyr um almenna avrúsing
1 tími síðan
Tíðindi
Fekk bót fyri at leggja upp til slagsmál
2 tímar síðan
Tíðindi
Ukrainskt álop førdi til streymslit á Krim
2 tímar síðan
Tíðindi
At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn
3 tímar síðan
Tíðindi
Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík
3 tímar síðan
Tíðindi
Funnu hassj og ketamin uppi á manni
4 tímar síðan
Tíðindi
Tríggir bilførarar koyrdu til treytaða frádøming
4 tímar síðan
Tíðindi
Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý
5 tímar síðan
Fótbóltur
KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli
5 tímar síðan
Tíðindi
Spreingingar í Riyad í nátt
6 tímar síðan