Rúsviðgerð og møguleikin fyri almennari avrúsing eru evnini í einum skrivligum fyrispurningi, sum Magni Højgaard setti landsstýriskvinnuni 23. oktober.
Løgtingsmaðurin spyr, hvør støðan er á rúsviðgerðarøkinum í Føroyum, og um landsstýrið hevur kannað, um avrúsing kann vera almenn. Hann vil eisini hava greiðu á, hvørjar heimildir eru galdandi fyri substitutiónsviðgerð til fólk við meira samansettum avbjóðingum.
Í viðmerkingunum vísir Magni Højgaard á, at nógv fokus er á rúsviðgerð í løtuni, og at økið hevur markamót til nógv onnur øki í samfelagnum.
Hann vísir millum annað til, at leiðarin í psykiatriini í seinastuni hevur tosað um substitutiónsviðgerð í bæði sjónvarpi og útvarpi. Í fyrispurninginum verður hetta lýst sum hjálp til fólk við samansettum bundinskapi, har tað er sera trupult at gerast heilt rúsfríur.
Sambært løgtingsmanninum hevur ivi verið um lógarheimildir og kostnaðarstøði, umframt um substitutiónsviðgerð skal vera meira atkomulig í Føroyum.
Magni Højgaard vísir eisini á, at tað javnan hevur verið ført fram, at Føroyar eiga at hava eina almenna avrúsing, sum til dømis kann liggja hjá sjúkrahúsunum.
Við fyrispurninginum vil hann tí hava landsstýriskvinnuna at greiða frá, um ætlanir eru á hesum økinum.