info
Ongi úrslit

Ukrainskt álop førdi til streymslit á Krim

Í morgun vita útlendskir miðlar at siga, at fleiri russisk ídnaðaranlegg eru rakt av ukrainskum dronum í russiska býnum, Toljatti

Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj
Vilmund Jacobsen
24. oktober 2026 kl. 11:34

Eitt ukrainskt álop elvdi í gjár til streymslit á Krim-hálvoynni, sum Russland tók frá Ukraina longu í 2014. Sagt verður, at álopið eisini førdi til, at íbúgvar mistu vatnveitingina.

Men, Ukraina leyp ikki bara á streym-og vatnveitingina í Krim í gjár.

Russiskir myndugleikar siga, at ein bylgja av ukrainskum dronum eisini vórðu sendar eftir málum í landssyningspartinum av Russlandi.

Tað veit tíðindastovan, AFP, at siga fyrrapartin.

Guvernørurin, sum Russland hevur sett á Krim-hálvoynni, Sergej Aksjonov, skrivar á Telegram, at tað er høvuðsstreymveitingin á oynni, sum er rakt.

- Tí eru avmarkingar settar á nýtsluna av el-og vatni, sigur hann.

Guvernørurin sigur tó einki um, hvussu umfatandi skaðarnir eru á streymveitingina eftir ukrainska álopið á hálvoynna, har umleið 2,5 milliónir fólk búgva.

Í morgun vita útlendskir miðlar eisini at siga, at fleiri russisk ídnaðaranlegg eru rakt av ukrainskum dronum í russiska býnum, Toljatti.

Tað upplýsir borgarstjórin í økinum á Telegram, og tað er AFP-tíðindastovan, sum endurgevur.

Sagt verður, at stóri bilaframleiðarin, Avtovaz og ammoniak-framleiðarin, Togliattiazot, hava stórt virksemi í russiska býnum, Toljatti.

Russiski borgarstjórin í økinum sigur tó einki um, hvørji støð eru rakt í ukrainsku dronuálopunum á býin.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

18 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

22. oktober kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Magni Højgaard spyr um al­menna av­rúsing

4 minuttir síðan
Tíðindi

Fekk bót fyri at leggja upp til slagsmál

37 minuttir síðan
Tíðindi

At vitja Norðurlond er sum at vitja eitt systkinabarn

1 tími síðan
Tíðindi

Løgreglan sóknast eftir vitnum til herverk í Leirvík

1 tími síðan
Tíðindi

Funnu hassj og ketamin uppi á manni

2 tímar síðan
Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

3 tímar síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

3 tímar síðan
Fótbóltur

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

4 tímar síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

4 tímar síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

6 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

11 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

12 tímar síðan