Í russiska verjumálaráðnum vita tey í morgun at siga, at russiski herurin í nátt hevur lopið á ein ukrainskan havnarbý.
Sagt verður, at talan er um ukrainska svartahavsbýin, Tsjornomorsk.
Haraftrat siga russar seg hava lopið á eitt farmaskip, sum var á veg til Odessa, sum er ein annar svartahavsbýur í Ukraina.
Russiski herurun hevur hildið fram við álopunum á havnarløg í Ukraina og á skip, sum Russland heldur vera brúkt til veitingar hjá ukrainska herinum.
Tíðindastovan Reuters sigur seg í morgun ikki kunna staðfesta upplýsingarnar hjá russiska verjumálaráðnum um álopini í nátt.