info
Ongi úrslit

KÍ fær FM-steypið handað á Tórsvølli

Dysturin millum HB og KÍ byrjar klokkan 14

Heri Á. Simonsen
24. oktober 2026 kl. 08:15

FSF skrivar:

- Í dag er síðsta umfari í MeistaraDeildini hjá kvinnum á skránni. Í ovara bólkinum møtast Víkingur og Skála, og HB og KÍ, og í niðara bólki tekur ÍF móti FC Suðuroy, og B36 fær vitjan av 07 Vestur

——————

Tað verður nummar eitt ímóti nummar tvey, KÍ og HB sum møtast á Tórsvølli í morgin, leygardagin 24. oktobur klokkan 14:00, tá síðsta umfar í MeistaraDeildini hjá kvinnum er á skránni.

Undan dystinum er greitt, at klaksvíkskvinnur fara avstað við FM-heitinum – meistaraheiti nummar 25 síðani 1997 – meðan HB fær silvurkrónurnar.

Í hinum dystinum í ovara bólki tekur Víkingur, sum fær bronsuheiðursmerkini, ímóti Skála. Tann dysturin verður í Sarpugerði í Norðragøtu, og byrjar klokkan 13:00.

Í niðara bólki í MeistaraDeildini hjá kvinnum er framvegis spenningur um 1. plássið. Undan síðsta umfari er 07 Vestur fremst við 23 stigum, tvey stig fleiri enn B36, sum er á øðrum plássi við 21 stigum.

Og tað verða júst hesi bæði liðini, ið hittast á Tórsvølli í morgin klokkan 17:00. Hin dysturin í niðara bólki verður í Fløtugerði í Fuglafirði millum ÍF og FC Suðuroy. Tann dysturin byrjar klokkan 13:15. Skrivar FSF.

Mest lisið hesa vikuna

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

19. oktober kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

19. oktober kl. 21:45

Heðin Morten­sen vís­ir tato­ver­ing­arnar

15 tímar síðan

Atli Gregersen: - Alt er farið upp í royk

Í gjár kl. 12:18

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

21. oktober kl. 16:21

Fimm mans hand­tikn­ir fyri varð­veitslu og deil­ing av myndum

20. oktober kl. 12:55

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Tríggir bil­før­ar­ar koyrdu til treyt­aða frá­døming

24 minuttir síðan
Tíðindi

Russland sigur seg hava lopið á ukrainskan havnarbý

1 tími síðan
Tíðindi

Spreingingar í Riyad í nátt

1 tími síðan
Hondbóltur

10 føroysk mál tá HØJ vann á Stoholm

3 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Hanusi tapti fyri 2. deildarliði í steypakappingini

8 tímar síðan
Fótbóltur

BK Häcken er bert eitt stig frá at tryggja meistaraheitið

9 tímar síðan
Hondbóltur

Valur vann triðja sigurin á rað

9 tímar síðan
Tíðindi

VIDEO: Nýggjur ÍF-sangur hjá Rógva á Lakjuni

10 tímar síðan
Fótbóltur

VIDEO: Västerås tapti fyri botnproppinum á heimavølli

10 tímar síðan
Fótbóltur

Árni Nóa mátti út við skaða

11 tímar síðan
Tíðindi

Gunnvá Zachariasen fær Mentanarvirðisløn landsins

11 tímar síðan
Fótbóltur

Fridrikka vann bronsu í sínum fyrsta kappingarári í Íslandi

11 tímar síðan